Gjaldstovan
Gjaldstovan
Gjaldstovan

Lønarumsitari til Føroya størstu lønarskrivstovu

Løn til sekstan túsund fólk og hálvafimtu milliard í krónum. Tað avgreiða vit hvørt ár gjøgnum almennu lønarskipanina. Nú leita vit eftir nærløgdum og fyrikomandi starvsfelaga at loysa hesa uppgávuna saman við okkum átta, sum starvast á lønarskrivstovuni.

Almenna lønarskipanin

Lønarskrivstovan á Gjaldstovuni hevur ábyrgdina av almennu lønarskipanini, har lønirnar hjá øllum almennum stovnum verða avgreiddar. Tað skal vera lætt og einfalt hjá stovnunum at avgreiða sínar lønir. Lønarøkið verður áhaldandi ment, og loysnirnar eru heildarloysnir, sum stuðla stovnunum í teirra lønar- og starvsfólkaumsiting. Menningini verður tú eisini partur av.

Arbeiðsuppgávurnar á Lønarskrivstovuni

Á lønarskrivstovuni skráseta, málsviðgera og avgreiða vit lønarumbønir, umframt at vit svara lønarfyrispurningum.

Tað verður gjørt umvegis hesar KT-skipanir:

  • Lønargreiðsluna, har stovnarnir fráboða allar setanir, broytingar og útgjøld
  • Vaktætlanarskipanina, har fleiri stovnar umsita starvsfólk, sum arbeiða í vaktum – serliga eru tað sjúkrahúsini, kommunalu eldrasamstørvini, Trivnaðartænastan og Strandfaraskip Landsins
  • Skúlaforskipanina, har setanir, arbeiðsvirksemi og lønarumbønir hjá starvsfólkum í fólkaskúlanum verða umsitin
  • Lønarkunningina, har stovnarnir finna alskyns hagtøl og upplýsingar um lønarútreiðslur og síni starvsfólk, býtt á millum annað tíðarskeið, sáttmálar, fastlønt, tímalønt, kyn og aldur.

Um teg

Tú ert røkin, dugir at arbeiða skipað, ert forvitin og spyrt, tá ið tú ikki veitst. Tú sært týdningin í at hjúkla um smálutirnar, soleiðis at heildin verður fullfíggjað.

Tú ert fyrikomandi og leggur dent á góða tænastu, tí nógv samskifti er við stovnarnar.

KT stuðlar øllum arbeiðinum á Lønarskrivstovuni. Tað má tí fella tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir.

Tað er fyrimunur, hevur tú skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving umframt viðkomandi royndir í at avgreiða lønir.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og verður flokkað samsvarandi viðkomandi royndum og útbúgving. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Kundi tú hugsað tær at arbeitt færri tímar, halt teg so ikki aftur, men skriva tað í umsókn tíni.

Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.

Meira kunning um starvið fært tú við at venda tær til Paulu N. Thomassen á 582030 ella á paula@gjaldstovan.fo

Lýsing er stovnað4. July 2024
Umsóknarfreist21. July 2024
Stað
Albert Hall, 1 Kvíggjartún, Argir 160, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki