Heilsufrøðiliga starvsstovan
Heilsufrøðiliga starvsstovan
Heilsufrøðiliga starvsstovan

Løgfrøðingur til aliumsitingina

Høvuðsuppgávan hjá aliumsitingini er fyrisiting av alilógini og kunngerðum við heimild í alilógini. Ábyrgdarøkið fevnur fyri tað mesta um fyrisiting av teimum útvið 40 aliloyvunum ið 7 loyvishavarar hava.

Aftrat koma aðrar innanhýsis uppgávur. Aliumsitingin er skipað sum funktión, ið vísur til stjóran.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrisiting av aliloyvum sbrt. alilógini og tilhoyrandi kunngerðum, bæði tá talan er um broytingar í verðandi loyvum, endurnýggjan av loyvum og onnur menning í hesum sambandi.
  • Fyriskipa hoyringar – og viðgera hoyringarsvar í sambandi við broytingar, endurnýggjan av aliloyvum og útbjóðing.
  • Arbeiða við kunngerðum og mannagongdum í sambandi við alilógina.
  • Ymsar innanhýsis løgfrøðiligar uppgávur.

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • Útbúgving á universitetsstigi sum cand. jur., cand. merc. jur. ella samsvarandi
  • Góður kunnleiki til føroyskt í skrift og talu er krav
  • Góð evni at greina fløktar spurningar
  • Áhuga fyri fyrisitingarrætti
  • Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur
  • Skal arbeiða nógv sjálvstøðugt og eisini samstarva/samskifta við onnur, bæði innan- og uttanhýsis
  • Annars stóran áhuga fyri fakøkjunum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fevnir um
  • Arbeiðsroyndir eru krav
  • Koyrikort til bil

Vit bjóða

  • Áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv
  • Møguleikar fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

Lønar og setanartreytir

Talan er um fast starv, fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er á Smyrilsvegi 7, 2 hædd í Tórshavn. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo ella til Smyrilsveg 7, 100 Tórshavn.

Viðheft umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og tilvísingar.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 5. mai 2025. Setanarsamrøðurnar verða beint eftir hetta.

Meira fæst at vita við at venda sær til Bárð Enni, stjóra tlf. 55 64 00 ella t-post til hfs@hfs.fo.

Lýsing er stovnað7. April 2025
Umsóknarfreist6. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Parking lot, 7 Smyrilsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki