Løgfrøðingur
Vilt tú arbeiða við fjølbroyttum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum, í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi, saman við góðum og hjálpsomum starvsfelagum? So er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.
Skráseting Føroya sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu.
Starvið
Talan er um fast starv, sum fevnir um umsiting og eftirlit innan málsøkið hjá Skráseting Føroya, ið er umsiting av lóggávu um parta- og smápartafeløg, ársroknskapir, grannskoðarar, hvítvask o.a.
Harafturat fært tú eisini møguleika fyri, tá tørvur er á tí, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar á Vinnustovninum.
Tínar høvuðsuppgávur verða at leggja til rættis og og varða av skrivstovuhaldinum hjá Grannskoðaraeftirlitinum, umframt at umsita grannskoðaraøkið sum ásett í grannskoðaralógini.
Aðrar arbeiðsuppgávur eru millum annað:
· Umsiting og eftirlit innan økið við ársroknskaparlóggávuni
· vegleiðing og ráðgeving um tulking av lóggávu innan økið hjá Skráseting Føroya
· lógar- og kunngerðarsmíð
· avgreiðsla av øðrum fyrisitingarligum uppgávum innan økið hjá Skráseting Føroya.
Vit bjóða tær
Sum starvsfólk á Skráseting Føroya verður tú partur av dugnaliga starvsfólkahópinum, ið telur 7 fólk í løtuni. Harafturat verður tú partur av starvsfólkahópinum hjá Vinnustovninum, ið telur umleið 45 fólk.
Vit eru eitt óformelt, dynamiskt og sosialt arbeiðspláss, har vit gera nógv saman. Vit koma hvørjum øðrum við og leggja stóran dent á at lyfta í felag. Til tíðir er arbeiðstrýstið størri, og tá taka vit øll eitt eyka tak, men afturfyri ber til at arbeiða minni aðrar tíðir.
Vit eru eisini eitt lagaligt arbeiðspláss, har tú – við ábyrgd og atliti til tínar starvsfelagar – kanst skipa tín egna arbeiðsdag.
Vit leggja stóran dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga ígjøgnum alt arbeiðslívið, og tí eru eisini góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fært tú starvið, mást tú kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Um teg
Tú hevur viðkomandi løgfrøðiliga útbúgving, t.d. cand.jur., M.A. í løgfrøði (við bachelor í lóg/løgfrøði), cand.merc.(jur.) ella líknandi útbúgving. Tú hevur góð samstarvsevnir, tekur ábyrgd, ert røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
· tú orðar teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
· tú hevur áhuga fyri rættarøkinum, sum Skráseting Føroya umsitur
· tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting, men ikki ein treyt.
Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til: sl@vs.fo Umsóknin skal vera merkt “Fulltrúi”.
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súsonnu Leo, deildarleiðara, á tel. 356010 ella sl@vs.fo.