Løgfrøðingar til Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Avbjóðandi og spennandi størv í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum leys at søkja
Størvini
Tvey løgfrøðingastørv í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eru leys at søkja til
setanar tann 1. apríl 2025, ella skjótast til ber eftir hetta.
Talan er um eitt fast starv og eitt avloysarastarv fram til 1. juni 2026 við møguleika fyri fastari setan.
Løgfrøðingarnir verða partur av Fakdeildini við fjølbroyttum løgfrøðiligum uppgávum.
Høvuðsuppgávan í einum stjórnarráði er politisk menning og umsiting, sum er at veita tænastur til landsstýrisfólkið og tryggja, at málsøkið sum heild
verður umsitið á fullgóðan hátt.
Uppgávurnar hjá løgfrøðingunum eru m.a.:
- Lóggávumenning
– at taka lut í fyrireikingini av lógar- og kunngerðaruppskotum og regluverki á barna- og útbúgvingarøkinum, eitt nú í sambandi við fólkaskúlaøkið, dagstovnaøkið og barnavernd
- at tulka lógir, kunngerðir og reglur
- at veita landsstýrisfólki, leiðslu og starvsfólkum ráðgeving og vegleiðing
- at viðgera kærur í samráð við aðrar partar í ráðnum
- at luttaka í dátuverndararbeiðinum
- at góðskutryggja málsøki ráðsins løgfrøðiliga í síni heild
Talan er um størv í einum spennandi politiskum arbeiðsumhvørvi, og skalt tú vera før/-ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava løgfrøðiligt kandidatprógv (cand. jur. ella embætisprógv í lóg), vera skipað/-ur og duga væl at orða seg á føroyskum og donskum, bæði í skrift og talu.
Talan er um sjálvstøðugt arbeiði, umframt at arbeiða í toymi og arbeiðsbólkum. Tú skalt vera tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hava góð samstarvsevni. Tú skalt hava førleika skjótt at seta teg inn í nýggj viðurskifti og duga at miðla hetta víðari til onnur. Tú skalt hava góð analytisk evni umframt politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í síni heild.
Vit bjóða
Størvini eru spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri
bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, stjórnarráðini og deildir teirra.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
J. H. Schrøters gøta 7
100 Tórshavn
ella við telduposti til: bumr@bumr.fo
Umsóknin skal verða Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi
24. februar 2025. Um tú ynskir fleiri upplýsingar,
kanst tú seta teg í samband við Elsu Østergaard,
deildarstjóra, á tlf. 555004, ella elsao@bumr.fo