Betri Trygging
Betri Trygging
Betri Trygging

Løgfrøðiligur ráðgevi til Stjórnarskrivstovuna

Vit sóknast eftir royndum, nærløgdum og virkisfúsum løgfrøðingi til Stjórnarskrivstovuna hjá Betri Trygging. Vilt tú hava spennandi avbjóðingar, hugsavna teg um fakuppgávur og veita fyritøku, stjórn og nevnd holla ráðgeving, er hetta starvið helst júst nakað fyri teg

Starvið inniber millum annað, at:
• ráðgeva stjórn og nevnd
• umsita og hava ábyrgd av tryggingartreytum
• veita øllum deildum í húsinum løgfrøðiliga ráðgeving
• vera sparringspartnari í ymsum tryggingar- og løgfrøðimálum
• samskifta við myndugleikar
• vera kæruviðgeri
• umsita sáttmálar o.l.

Tað, tú kanst vænta av starvinum:
Starvið er fulltíðarstarv, sum eggjar tær til at fara í dýpdina við tíni vitan um løgfrøði og at finna bestu loysnirnar. Tú fært ábyrgd og fert at standa á odda fyri at halda tryggingartreytirnar hjá felagnum við líka – og menna tær.
Eisini verður tú partur av tvørgangandi løgfrøðiliga toyminum í Betri Trygging, og tú fært góðar møguleikar fyri vitanardeiling og sparring.

Vit vænta, at tú:
• hevur løgfrøðiligt kandidatprógv (cand.jur.)
• hevur áhuga fyri tryggingarrætti
• hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
• hevur góð samstarvsevni
• dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum máli
• hevur áræði at ganga nýggjar leiðir og slóða fyri
• trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera


Tú kanst vænta:

• Eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning.
• Partvís møguleika fyri at byggja starvið upp og mynda tað frameftir.
• Dugnaligar starvsfelagar og eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og ikki minst geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum.
• Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum.
• Starvið verður sett skjótast til ber - ella tá rætti umsøkjarin er funnin.

Um Stjórnarskrivstovuna:
Á Stjórnarskrivstovuni starvast fýra dugnalig starvsfólk, sum taka sær av løgfrøðiligari ráðgeving, samskipan, nevndarfyrireiking og øðrum umsitingarligum uppgávum. Eisini hevur deildin um hendi Compliance og DPO funktiónirnar. Stjórnarskrivstovan røkir harumframt uppgávur fyri Umboðsráðið, Ognarfelag Tryggingartakaranna, Betri Stuðul, Betri Holding og Betri Pensjón.

Samband:
Hevur lýsingin av starvinum fangað tín áhuga, send okkum so tína umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@trygging.fo í seinasta lagi 4. mars 2024.

Lýsing er stovnað2. February 2024
Umsóknarfreist4. March 2024
Starvsslag
Stað
1 Kongabrúgvin, Tórshavn 100, Føroyar
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki