

Leiðari til Fuglafjarðar kvøld- og ungdómsskúla
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla at byrja 1. juni 2025 ella skjótast til ber
eftir hetta. Talan er um starv, sum er normerað til hálva arbeiðstíð.
Arbeiðið sum leiðari í Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla inniber, at leggja til rættis eitt
fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna- og serstaka
frítíðarundirvísing. Lærugreinarnar fevna um bæði handalig og ástøðilig evni innan
mentanarøkið og onnur øki, eitt nú frálæra í føroyskum máli, list, tónleik, ítrótt, matgerð,
motorlæra og prutlundirvísing.
Leiðarin kann sambært lógini eisini fyriskipað lærugreinar innan yrki, sum miðja ímóti einum
ávísum arbeiðsøki umframt skipað fyri royndarfyrireikandi undirvísing, sum eftir ynski frá tí
einstaka luttakaranum kann enda við góðkendari roynd ella próvtøku.
Leiðarin hevur dagligu umsitingina av kvøld- og ungdómsskúlanum og at
seta fólk til at undirvísa, og í samstarvi við kommunalu umsitingina, á hvørjum ári senda
Mentamálaráðnum inn ætlan fyri virksemið og umsókn um fíggjarligan stuðul viðvíkjandi tí
frítíðarundirvísing, sum ætlanin er at fremja. Mentamálaráðið veitir fíggjarligan stuðul til
útreiðslur í sambandi við frítíðarundirvísingina.
Frítíðarundirvísingin verður boðin út um veturin, men undirvíst kann eisini verða í ávísum
evnum um várið og um summarið. Frítíðarundirvísingin er sum útgangsstøði staðsett í
Fuglafjarðar skúla, men undirvísingin kann eisini verða hildin í øðrum hølum í Fuglafjarðar
kommunu.
Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúli vísir bygnaðarliga til mentanarleiðaran og
mentamálanevndina hjá Fuglafjarðar býráð.
• Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi útbúgving.
• Hevur royndir við undirvísing og námsfrøði.
• Leiðsluroyndir kann verða ein fyrimunur.
• Kann arbeiða í toymi og eisini sjálvstøðugt.
• Hevur hug og áræði at víðarimenna ein nútímans kvøld- og ungdómsskúla.
• Hevur áhuga og innlit í samfelags- og lokal viðurskifti í breiðum høpi.
• Hevur áhuga og kunnleika til fyrisitingarlig viðurskifti við atliti at starvinum.
• Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.
• Er væl skipað/ur og í atferðini er fyrikomandi.
Í starvinum kemur tú at hava samband við ymiskar áhugapartar, eitt nú undirvísarar, skúlan,
starvsfólk hjá kommununi, mentanarleiðaran og mentamálanevndina hjá Fuglafjarðar býráð
umframt Mentamálaráðið. Eisini kemur tú til tíðir at arbeiða aftaná vanliga arbeiðstíð. Tí er
neyðugt, at tú dugir og tímir væl at samskifta bæði í talu og skrift við fólk innan ymisk yrki
og samtíðis er smidlig/ur í mun til ymiskar arbeiðstíðir.
