Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya

Leiðandi framleiðari við ábyrgd fyri ljóði

Vilt tú hava ein lyklaleiklut í framleiðsluni hjá Føroya størsta miðli? Tøknideildin í Kringvarpi Føroya søkir eftir leiðandi framleiðara við ábyrgd fyri ljóði, sum kann leggja til rættis, menna og samskipa ljóðarbeiðið á stovninum.

Høvuðsuppgávan hjá leiðandi framleiðaranum er at leggja til rættis og skipa ljóðarbeiðið í framleiðslunum hjá KvF. Ljóðframleiðsla, eitt nú studiovaktir, ljóðeftirviðgerð og beinleiðis framleiðslur, er eisini partur av starvinum.

Leiðandi framleiðarin við ábyrgd fyri ljóði vísir til deildarleiðaran á Tøkni.


Um starvið

Sum leiðandi framleiðari ert tú millum annað við til at tryggja, at ljóðið er gott í okkara sendingum, og tú fært ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum á Tøknideildini.

Yvirskipað er høvuðsuppgávan ljóðarbeiði og at leggja til rættis ljóðuppgávur í sambandi við framleiðslu av sendingum. Leiðandi framleiðarin skal arbeiða fyri at betra framleiðsluna og tær mannagongdir, sum eru atknýttar.

Dømi um uppgávur:

  • leggja og samskipa vaktir
  • standa fyri studiobókingum
  • tilmæla, hvussu uppgávurnar í framleiðsluni skulu mannast
  • taka stig til regluligar menningarfundir
  • koma við tilmælum um útgerð og hølir


Tínir førleikar og eginleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi miðlaútbúgving og/ella viðkomandi royndir, og at tú hevur holla vitan og royndir við ljóðarbeiði í loftbornum miðlum.

Vit vænta, at tú ert álítandi, røkin, fryntlig/-ur og hevur góð samstarvsevni. Tú ert eldhugað/-ur og kanst vísa á úrslit. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sum skjótast eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og verður lønt í lønarflokki 8. Starvið er fulla tíð.

Ert tú áhugað/-ur, so send umsókn og viðkomandi skjøl til [email protected] – merk teldupostin “Leiðandi framleiðari”. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Dánjal Tavsen, tøknileiðara – á telefon 296675 ella skriva til [email protected].

Umsóknarfreistin er 22. apríl 2025.

Lýsing er stovnað14. apríl 2025
Umsóknarfreist22. apríl 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
100, 20 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki