Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið

Lærupláss sum skrivstovunæmingur

Hevur tú miðnámsútbúgving ella fært tú prógv í summar og ynskir at sleppa í skrivstovulæru?

So er tað kanska júst tær vit leita eftir. Roknskaparfelagið søkir eftir tveimum ungum, dugnaligum og fryntligum starvsfelagum at byrja sum skrivstovunæmingar við sergrein í grannskoðan.

Starvið
Arbeiðið fevnir um bókhald, mvg., skatt, skrivstovuhald og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Í lærutíðini skalt tú taka nøkur skeið innan grannskoðarayrkið á Aarhus Business College. Lærutíðin er tvey ár.

Tínir førleikar
Kravið er, at tú hevur miðnámsprógv ella aðra líknandi útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni.

Vit bjóða
Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Tá ið tín skrivstovuútbúgving er liðug, fært tú møguleika at lesa víðari til HD í roknskapi, samstundis sum tú heldur fram í starvi hjá okkum.

Eftir ætlan verður starvið sett 1. oktober 2023.

Lýsing er stovnað30. May 2023
Umsóknarfreist23. June 2023
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
48 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.Læri skjóttPathCreated with Sketch.Stundisligur
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki