

Lærupláss á Faroe Ship
Leitar tú eftir læruplássi í eini spennandi altjóða fyritøku?
Faroe Ship søkir eftir tveimum shipping-lærlingum at byrja 1. september 2026.
Vit bjóða tær eitt spennandi og áhugavert lærupláss við áhaldandi menning og støðugum broytingum, ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi, og vit leggja dent á eitt gott og virkið samskifti.
Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin, sum er í Danmark, er 8-10 vikur.
Lærlingarnir verða knýttir at útflutnings- og innflutningsdeildini, kundatænastuni og Faroe Express, sum er skundflutningstænastan hjá Faroe Ship.
Útflutnings- og innflutningsdeildirnar umframt Faroe Express taka sær av sølu og logistikki í sambandi við inn- og útflutning av góðsi.
Kundatænastan tekur sær av allari handfaring av flutningsskjølum, skráseting av góðsi, tolling og flutningssamskipan.
Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava í minsta lagi prógv á miðnámsstøði. Umsøkjarar við prógvi av búskaparbreytini hava fyrimun.
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur eina skipaða tilgongd til arbeiðið og eyga fyri smálutum;
- ert forvitin av lyndi og hevur støðugt hug til, at tingini verða gjørd betur og einfaldari;
- megnar at hugsavna teg um fleiri ting í senn;
- hevur nærlagni og bindindi til at skráseta og góðskutryggja;
- leggur dent á gott samstarv og dámar væl at tingini verða avgreidd;
- trívist í einum toymi, men at tú eisini hugsar sjálvstøðugt; og
- hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum umframt góðar telduførleikar
Enskt
Føroyskt