Lærlingur til Sensen Travel
Tað gongur skjótt frammá hjá okkum, og vit hava støðugt meira at gera. Tí hava vit brúk fyri einum ágrýtnum lærlingi.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
· Sølu, ráðgeving og kundatænastu
· Bílegging av ferðaseðlum í bókingarskipanini Amadeus
· Bílegging av hotellum, bilaleigu og annað í samband við ferðina
Vit leita eftir einum sum:
· Brennir fyri góðari tænastu, og setur altíð kundan í fremstu røð
· Rímuligar telduførleikar
· Hevur góðar málførleikar á føroyskum, donskum og enskum
Persónligir førleikar:
· Trívist væl at arbeiða sjálvstøðugt
· Dugir væl at samskifta greitt við kundan
· Er ágrýtin, røkin og jalig/ur av lyndi
· Hevur góð samstarvsevnir, og er ein viðleikari
Hjá Sensen Travel fær tú:
· Eina yrkisútbúgving innan fyrisiting – les meira her
· Eitt spennandi arbeiðspláss í støðugum vøkstri
· Góð hølisviðurskiftir mitt í Tórshavn
· Løn og treytir sambært sáttmála
Sensen Travel er vinnulig ferðaskrivstova. Vit hava sum fremsta mál at veita eina fyrstafloks tænastu til vinnu, sjóvinnu og tað almenna, og at avgreiða øll ferðaviðurskifti: Ferðaseðlar, hotell, leigubilar og somuleiðis samskipa visa umsóknir og annað praktiskt, sum hevur týdning fyri ferðina. Harafturat eru vit tøk 24/7 - 365 dagar um árið.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? Send okkum eina umsókn og lívsrensl við telduposti til bergur@sensen.fo ella umvegis vangan á Alfred
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bergur Thomsen á tlf. 239081.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. oktober 2024 kl. 12:00.