Hilton Garden Inn Hotel
Hilton Garden Inn Hotel
Hilton Garden Inn Hotel

Lærlingur til altjóða hotel

Gongur tú høgt upp í góða tænastu, framúr kundarøkt og góðsku? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Okkum tørvar ein tænastusinnaðan, jaligan og ágrýtnan lærling til móttøkuna í Hilton Garden Inn Faroe Islands.

Hotellið er partur av navnframu altjóða Hilton-ketuni, ið veitir sama høga tænastustig og dygd frá París til Hong Kong og frá New York til Tórshavn.

Vit bjóða

Tú fært eitt spennandi lærupláss, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi.

Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur eitt høgt, altjóða støði, har gestirnir vænta og skulu fáa eina uppliving og tænastu í heimsflokki.

Starvið er í skiftandi vaktum, og tú kemur at arbeiða dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum.

Tú verður partur av móttøkutoyminum, har vit eru sjey starvsfólk.

Vit vænta at tú

• hevur góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt)

• góðar kt-førleikar

• brennir fyri tænastu- og ferðavinnufakinum

• ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd

• trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg

• sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum á besta møguligan hátt

Setan

Starvið verður sett 1. apríl 2024. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast skjótast gjørligt og í seinasta lagi 18. mars 2024. Vit halda samrøður leypandi.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?

Set teg so í samband við Barbaru á Líðarenda, móttøkuleiðara, á barbara@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 76 20 17

Um okkum

Hilton Garden Inn Faroe Islands er einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar kundaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 173 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún, barrina Aperitiff og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður.

Lýsing er stovnað29. January 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Starvsslag
Stað
13 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsgreinar
Starvsmerki