Rit & Rák
Rit & Rák
Rit & Rák

Lærlingur

Vit bjóða:

  • Væl skipað viðurskifti í einum handli við greiðari støðu til góða kundatænastu og rættan handilsskap
  • Ein hugaligur og fjølbroyttur gerandisdagur, her títt avrik ger mun
  • Góðir yrkismøguleikar
  • Fittar og hugagóðar starvsfelagar
  • Egið ábyrgdarøki í handlinum
  • Góðar arbeiðstíðir við vikuskiftisskipan og fleksibiliteti

Tú fært:

  • Eina útbúgving, ið er frálíkt støði undir tínum dreymi um kanska at gerast handilsleiðari ella reka egið virki
  • Høvi at læra av tínum dugnaligu starvsfeløgum
  • Eina útbúgving, ið ruddar slóð fyri at hava sjálvstøðuga ábyrgd samstundis við, at tú ert ein í einum liði av kveikjandi og stoltum starvsfeløgum
  • Serkunnleika í vøru, sølu og tænastu
  • Møguleika at menna og royna skapandi hugskot
  • Eitt stuttligt arbeiðspláss, her allir dagar eru fjølbroyttir

Tín profilur:

Tú hevur antin FHS ella miðnámsprógv. Kanska hevur tú arbeitt í detailvinnuni í frítíðini. Tú ert ein góður starvsfelagi við løttum sinni. Tú hevur áræði og ert fleksibul. Og tað besta er, at tú tráar eftir at menna teg í okkara bókhandli.

Vil tú vita meira kanst tú seta teg í samband við Rakul á tlf. 256444 ella send okkum fyrispurning á rakul@ritograk.fo

Send umsóknina beinan vegin, ella í seinasta lagið tann 15.august 2025.

Krøv til útbúgving og førleikar

Tú hevur antin FHS ella miðnámsprógv. Kanska hevur tú arbeitt í detailvinnuni í frítíðini.

Lýsing er stovnað22. July 2025
Umsóknarfreist15. August 2025
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Grundførleikar
Stað
Tinghúsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki