Bláakrossheimið
Bláakrossheimið
Bláakrossheimið

Kvøldvakt til Blákrossheimið

Søkt verður eftir einari kvøldvakt til Blákrossheimið til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv á 0,5 tíð. Arbeiðið umfatar 5 kvøldvaktir frá miku- til sunnukvøld aðru hvørja viku.

Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum. Starvsfólkahópurin er samansettur av leiðara, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi, lækna, heilsurøktarum, rúsevnisviðgerum, presti, kokki, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara. Umframt hetta fáa vit javnan ráðgeving frá psykiatara við atliti til dupultdiagnosur. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi).

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
  • Heilsufakligar uppgávur.
  • Vera um búfólkini.
  • Taka telefon.
  • Reingerð og annað fyrifallandi praktiskt arbeiði.
Krøv til útbúgving og førleikar
  • Útbúgvin heilsurøktari.
  • Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.
  • DAT útbúgving er eisini ein fyrimunur.
Dentur verður lagdur á
  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú dugir at samstarva tvørfakliga.
  • Tú ert álitisvekjandi.
  • Hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
  • Hevur áhuga fyri at arbeiða við málbólkinum.
Lýsing er stovnað26. november 2024
Umsóknarfreist3. desember 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Við Pæturshús 2
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki