Undirvísingarstýrið
Undirvísingarstýrið
Undirvísingarstýrið

Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+

Vilt tú vera partur av eini nýggjari skrivstovu, sum arbeiðir við altjóða samstarvi og

menning? Dugir tú væl samskifti og at kveikja forvitni og áhuga?

Starvsøki:

Føroyar eru í einari tilgongd at gerast limur í stóru ES skipanini “Erasmus+”, sum er ein

skipan, ið stuðlar undir útbúgving, ungdóm, frítíðarvirksemi og ítrótt.

Høvuðsuppgávan hjá tær verður at kunna um Erasmus+ og at vekja áhuga fyr føroyskari

luttøku. Umframt hetta ert tú við til at fyrireika føroyska luttøku í Erasmus+, har Føroyar

væntandi fáa limaskap í 2028.

Sum partur av tjóðarskrivstovuni verður tú andlitið hjá Erasmus+ í Føroyum. Ein týðandi

partur av starvinum er tí at veita góða tænastu, vegleiðing og ráðgeving til áhugapartar.

Samstundis verður tað ein týðandi uppgáva at arbeiða uppsøkjandi, skapa sambond og

eyðmerkja einstaklingar, stovnar og felagsskapir, sum kunnu fáa ágóðan av Erasmus+.

Uppgávurnar eru m.a. at:

  • Upplýsa um møguleikarnar við Erasmus+
  • Fyrireika og samskipa tiltøk, ið seta sjóneykuna á Erasmus+
  • Samskifta við stovnar, myndugleikar og áhugapartar
  • Fyrisiting
  • Menna mannagongdir og vegleiðingar hjá tjóðarskrivstovuni
  • Menna kunningartilfar og tilfar til Erasmus+ heimasíðuna
  • Veita ráðgeving til framtíðar umsøkjarar og stuðulsmóttakarar

Førleikakrøv:

Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving á BA stigi innan samskifti, journalistikk, marknaðarføring, samfelagsfrøði ella líknandi
  • Dugir væl at samskifta bæði skrivliga og munnliga, serliga á føroyskum og enskum
  • Tað er avgerðandi við góðum samstarvsførleikum og hegni at skapa nýggj samstørv
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Ert væl skipað/ur, málsøkin og áhaldin
  • Ert tænastusinnað/ur og trívist í einum starvi við nógvum persónligum samskifti
  • Royndir frá samskiftis- ella kunningararbeiði kann vera ein fyrimunurVit bjóða:
  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir
  • At vera við til at menna føroysku Erasmus+ tjóðarskrivstovuna
  • Arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning
  • Eitt liðiligt arbeiðspláss, sum leggur dent á sjálvstøðugt arbeiði, samstarv og álit

Meira kunning um Erasmus+ er at finna á leinkjuni her

Setanar- og lønartreytir

Í fyrstu atløgu verður starvið sett sum hálvtíðarstarv (50%), men er møguligt at víðka um starvsbrøkin í takt við menningina og økt virksemi.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV , ummælum o.ø. skal sendast til:

Undirvísingarstýrið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 9 110 Tórshavn

ella til t-post: undirvising@uvs.fo

Starvið verður sett frá 1. november 2026 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Marjun Lützen, fulltrúa í Erasmus+, á tlf. 555086, ella telduposti marjunl@uvs.fo

Lýsing er stovnað24. august 2026
Umsóknarfreist14. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
72 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki