Vinnustovnurin
Vinnustovnurin
Vinnustovnurin

KT-mennari til Vinnustovnin

Vilt tú arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi við góðum og hjálpsomum starvsfelagum og fjølbroyttum, fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum – so er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.

Søkt verður eftir einum KT-mennara at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Talan er um fast starv, sum fevnir um menning og viðlíkahald av fakskipanunum hjá teimum ymisku stovnunum undir Vinnustovninum.

Tín høvuðsuppgáva verður í fyrsta umfari at víðarimenna og víðlíkahalda skipanina, sum verður nýtt til at málsviðgerða útlendingamál. Skipanin er ment í ASP.NET Core við frameworkinum Blazor.

Aðrar arbeiðsuppgávur eru m.a.

  • Forritan og viðlíkahald av øðrum innanhýsis mentum skipanum, sambindingum til og ímillum rakstrarskipanir.
  • Luttøka í arbeiði av nýggjari KT-skipan til Skráseting Føroya.
  • Samskipan og support til starvsfólk á Vinnustovninum innan KT-viðurskifti.
  • Samskipan við t.d. KT-landsins.

Á Vinnustovninum eru sjey ymiskir stovnar, og har starvast umleið 47 starvsfólk, sum altíð eru til reiðar at arbeiða saman um felags loysnir. Talan er tískil um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú kemur at hava ein lyklaleiklut í fyrisitingini av stovninum. Vit menna okkara skipanir einamest við støði í C#, MS SQL og ASP .NET.

Um teg

  • Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving, ella royndir, sum kunnu javnsetast við viðkomandi KT-útbúgving.
  • Vit vænta at tú dugir at taka ábyrgd, dugir at hugsa nýtt og finnur loysnir, hevur góð samstarvsevnir og trívist við at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman í toymi.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir í at forrita við støði í C#, MS SQL, ASP.NET, Github og Docker.

Fakøkið á Vinnustovninum er breitt. Tí er tað ein fyrimunur um tú frammanundan kennir til tey økir, sum vit arbeiða við, so sum XBRL og taxsonomi, umframt frekvensumsiting, spektrum analysum og ymiskum eftirliti.

Vit bjóða tær

Sum starvsfólk í KT-toyminum verður tú partur av dugnaliga toyminum, ið skal økjast frá 2 starvsfólkum til 3 starvsfólk.

Vit eru eitt óformelt, dynamiskt og sosialt arbeiðspláss, har vit gera nógv saman. Vit koma hvørjum øðrum við og leggja stóran dent á at lyfta í felag. Til tíðir er arbeiðstrýstið størri, og tá taka vit øll eitt eyka tak, men afturfyri ber til at arbeiða minni aðrar tíðir.

Vit eru eisini eitt lagaligt arbeiðspláss, har tú – við ábyrgd og atliti til tínar starvsfelagar – kanst skipa tín egna arbeiðsdag.

Vit leggja stóran dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga ígjøgnum alt arbeiðslívið, og tí eru eisini góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.

Talan er um starv fulla tíð og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fært tú starvið, mást tú kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Hevur hetta tín áhuga?

Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til: ss@vs.fo. Umsóknin skal vera merkt “KT-mennari” og vera Vinnustovninum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2025.

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Símun D. Simonsen, KT-leiðara, á tel. 356023 ella ss@vs.fo.

Lýsing er stovnað21. May 2025
Umsóknarfreist9. June 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
20 Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki