Vestmanna kommuna
Vestmanna kommuna
Vestmanna kommuna

Kommunustjóri

Vestmanna kommuna sóknast eftir einum visionerum kommunustjóra, ið vil vera við at føra kommununa enn longur fram á leið.

Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá bygdarráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum. Kommunustjórin er starvsfólkaleiðari hjá áleið 80 fólkum.

Vestmanna kommuna hevur ein greiðan og vælskipaðan bygna við væl skikkaðum starvsfólkum. Starvið sum kommunustjóri setur serstøk krøv til leiðslueginleikar og persónsmensku, tí uppgávurnar spenna frá lágpraktiskum uppgávum til ítøkiligar, kommunalar avbjóðingar og strategiskar ætlanir, ið røkka inn í framtíðina.

Fyri rætta umsøkjaran er talan um eitt serstakliga spennandi starv, har møguleiki er at geva sítt íkast til menningina av Vestmanna kommunu, heilt frá barnaansing og mentan til veitingar og karmar til vinnuna.

Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá kommunustjóranum eru:

At vara av fakligu og fyrisitingarligu leiðsluni í Vestmanna kommunu
At vera skrivari hjá bygdarráðnum og tryggja góðar, lógfestar og fyrisitingarliga tryggar karmar um politiska arbeiðið
At tryggja, at fyrisitingin veitir politisku skipanini hóskandi, fakliga dygga og rætta ráðgeving
At seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir
At tryggja, at kommunan hevur eina fullgóða fíggjarstýring
At tryggja gott arbeiðslag og trivna millum starvsfólk í kommununi
At tryggja gott samskifti við borgarar, myndugleikar, vinnulív og viðskiftafólk
At tryggja og menna dagligu arbeiðsgongdirnar í fyrisitingini
At umboða kommununa á professionellan og siðiligan hátt

Fakligir og persónligir førleikar

Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum
Hevur kunnleika til og royndir frá fyrisiting og leiðslu í almennum stovni ella privatum virki
Hevur kunnleika til kommunal- og samfelagslig viðurskiftir
Hevur evni at seta seg inn í lógir, reglur og skipanir
Hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
Hevur góðan KT-førleika og kunnleika til dátutrygd
Hevur góð evni at meta um støður og góð analytisk evni
Hevur góð samstarvsevni og jaligan hugburð
Dugir at fremja politiska viljan í verki
Dugir at býta arbeiðið, og at leiða saman við og gjøgnum aðrar leiðarar
Ert siðilig/-ur og vísir øðrum álit og virðing

LØN OG SETAN

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. september 2025, ella eftir avtalu. Starvið verður lønt í 35. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR

Umsókn við prógvum, tíðarrensli og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: sara@vestmanna.fo.

Umsóknir skulu vera Vestmanna kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. juli 2025 kl. 00:00.

Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Sáru Jógvansdóttir, borgarstjóra á tlf. 770118. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Vestmanna kommunu, www.vestmanna.fo.

Kommunan skilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Lýsing er stovnað8. July 2025
Umsóknarfreist31. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Vestmanna 350, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki