VEKS
VEKS
VEKS

Kom og ver ein partur av okkara terapeutiska toymi

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi

Søkt verður eftir:

1 fysioterapeut til fast starv

til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við 3 fysioterapeutum, 3 ergoterapeutum og einum hjálparfólki. Har annar fysioterapeuturin er terapeutiskur leiðari.

Endamál

Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

· Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.

· Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.

· Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.

· Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.

· Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

· At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.

· Gera førleikametingar.

· Endurvenja og/ella endurmenna borgarar, ið eru komnir á eitt lægri førleikastøði.

· At viðvirka til trivna og fakliga menning í toyminum.

· At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS fer at bjóða borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

FØRLEIKAKRØV:

· Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur.

· Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.

· KT- førleika á brúkarastøði.

· Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður at seta pr. 1. novembur 2024 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”. Umsóknarfreistin er mánadagin tann 7. oktobur 2024 klokkan 12.

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 41-42 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244, ella við telduposti til veks@veks.fo.

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti. Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo

Lýsing er stovnað20. September 2024
Umsóknarfreist7. October 2024
Stað
59 Bakkavegur, Vestmanna 350, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki