Miðnám í Vestmanna
Miðnám í Vestmanna
Miðnám í Vestmanna

Kom nærri ungdóminum - Undirvísarar til Miðnám í Vestmanna

Kom nærri ungdóminum. Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnáms - og yrkisskúla við eini greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú!

Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2024 í hesum lærugreinum:

Føroyskt, tilfeingisfrøði B, tilfeingi A, støddfrøði B og A-stig , alisfrøði C og B, enskt B, evnafrøði B, ítrótti og heilsu C, lívfrøði B og A, sølubúskapi, samfelagsfrøði C, samskiftistøkni C, aling av fiski, alitøkni, burðardygg gagnnýtsla, trygd og trygdarfatan og søgu C.

Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv. Fyri at verða settur í fast starv, skal umsøkjari hava námsfrøðiliga útbúgving og kunna undirvísa í minst tveimum av lærugreinunum ella røkja aðrar umsitingarligar uppgávur á skúlanum.

Arbeiðsuppgávur:

  • undirvísa í viðkomandi lærugreinum

  • leggja tilrættis undirvísingargongdir

  • vera við í visjónsarbeiði skúlans

  • luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/vikum skúlin skipar fyri

Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving á kandidatstigi frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni

  • ert samstarvsfús/ur og hevur evni at leggja til rættis

  • trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi

  • dugir at kveikja næmingarnar

  • hevur royndir at arbeiða við verkætlanum

Vit bjóða

eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, møguleika at menna menna nýggjar yrkisútbúgvingar.

Setanar- og lønartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkis­felagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:

Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna ella sendast til teldupostbústaðin: mg@miv.fo. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagið mikudagin 17. apríl 2024 kl. 12.00

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magnus Gaard, rektara, á tlf. 210479

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

At undirvísa

Krøv til útbúgving og førleikar

Í minsta lagið bachelor útbúgving er kravt at undirvísa á miðnámi

Ágóðar við starvinum

Ungdómur og lívsgleði

Lýsing er stovnað20. March 2024
Umsóknarfreist18. April 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki