
Føroya Bjór
Føroya Bjór er eitt dynamiskt og nýhugsandi arbeiðspláss, har siðbundið handverk og framkomin framleiðslutøkni ganga hond í hond. Við meira enn 135 árum á baki er bryggjaríið ikki bara ein av elstu vinnufyritøkunum í landinum, men eisini eitt stað, har starvsfólk fáa møguleika at mennast og vera partur av eini fyritøku í støðugari menning.
Sum familjufyritøka hevur Føroya Bjór ein sterkan felagsskap, har samanhald, ábyrgd og álit eru í miðdeplinum. Her verður dentur lagdur á eitt trygt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk kenna seg hoyrd og virðismett.
Fyritøkan hevur í nógv ár verið ein leiðandi aktørur á føroyska marknaðinum, og við støðugari nýskapan innan øl, sodavatn og sterkar løgir er arbeiðið bæði spennandi og fjølbroytt. Starvsfólk fáa møguleika at arbeiða við framleiðslu, góðsku, marknaðarføring og sølu í einum arbeiðsplássi, sum raðfestir bæði menning og trivnað.
Við støðugum íløgum í burðardyggar loysnir og framkomna framleiðslu er Føroya Bjór ein fyritøka, sum ikki bert heldur fast í sínum arvi, men eisini hyggur fram móti framtíðini – saman við sínum starvsfólkum.

🤝 Kom í læru sum sølufólk á Føroya Bjór 🍻
Vit sóknast eftir ágrýtnum sølulærlingum til okkara sølutoymið.
- Ert tú eldhugaður-, jaligur- og dámar væl at selja, so er hettar kanska akkurát nakað fyri teg?
Vit bjóða
Eitt mennandi og stuttligt arbeiðspláss við spennandi søluuppgávum, har tú arbeiðir saman við góðum starvsfelagum.
Starv og setanarviðurskifti
- Starvstaðið er ávíkavist í Tórshavn og í Klaksvík, men tú kemur eisini at ferðast kring landið fyri at røkja ymiskar søluuppgávur.
- Tú fært miðvísa upplæring sum sølufólk, og kemur á skúlabonk ein part av tíðarskeiðinum í Føroyum.
Útbúgving og eginleikar:
Vit vænta, at tú hevur/er:
- FHS, HH ella búskaparbreyt
- Ert fyrikomandi, jaligur og áhugaður
- Álitandi, sjálvstøðugur, og møtir væl upp
- Hevur góðar sølueginleikar, og sær virði í, at veita eina góða tænastu
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sóley á tlf. 295418 ella at senda ein teldupost á soleyhg@foroyabjor.fo
Samrøður verða hildnar leypandi til tann rætti umsøkjarin er funnin.
Lýsing er stovnað3. juni 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
700, 19A Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)


