Roðin
Roðin
Roðin

Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Eysturoyar røktar- og ellisheim

Hevur tú áhuga fyri kliniskari sjúkrarøkt á høgum fakligum stigi og ynskir at gera mun fyri eldri borgarar? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av einum sterkum fakligum toymi á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Um starvið

Klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ein týðandi leiklut í at tryggja eina høga fakliga dygd í sjúkrarøktini. Teir virka sum fakligur stuðul hjá starvsfólkunum og eru við til fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, - umframt at veita røkt og umsorgan.

Um arbeiðsplássið

Eysturoyar røktar- og ellisheim hevur:

65 búpláss
5 samdøgursrehabiliterings- og umlættingarpláss

Heimið er skipað í tríggjar deildir:

  • Tvær búeindir við 24 búplássum hvør, harav 4 eru samdøgursrehabiliterings- og umlættingarpláss
  • Eina demenseind við 21 búplássum og 1 umlættingarpláss.

Á deildunum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiðið er skipað við greiðum ábyrgdarbýti og góðum tvørfakligum samstarvi.

Arbeiðsuppgávur

Arbeitt verður í einum toymi við 4 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum og einum heilsurøktara, har arbeiðsuppgávurnar eru býttar javnt. Hvør sjúkrarøktarfrøðingur er knýttur at ávísari búeind, men tekur eisini uppgávur á hinum eindunum í heiminum eftir tørvi.

Talan er um eitt starv við stórum sjálvræði, har tit í felag skipa arbeiðið og mynda leiklutin.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Fakliga ábyrgd- og menning av sjúkrarøktini
  • Kliniska vegleiðing og sparring við starvsfólk
  • Handfaring av kompleksum, akuttum, somatiskum og sálarligum sjúkrarøktarfakligum støðum
  • Tvørfakligt samstarv bæði internt og eksternt
  • Ábyrgd fyri serligum fakøkjum, eitt nú heilivági, kliniskari vegleiðing, sárrøkt og palliatión.

Vit bjóða tær

  • Eitt fast starv á starvsbrøki 0,8
  • Arbeiðsdagar á 8 tímar í dagtímunum, mitt í viku. Harumframt kann arbeiðstíðin eftir tørvi- og avtalu fevna um einstakar kvøldvaktir og /ella vikuskifti
  • Góða innleiðslu
  • Eitt gott og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • Tætt fakligt samstarv og sparring
  • Ein spennandi og mennandi gerandisdag
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning og fakligari menning.

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleikar á brúkarastøði.

Vit vænta, at tú

  • Hevur áhuga fyri eldri menniskjum, eldrarøkt og ynskir at arbeiða sambært visión og kjarnuvirðum Roðans (sí heimasíðuna www.rodin.fo).
  • Arbeiðir skipað, ábyrgdarfult, sjálvstøðugt og hevur gott samstarv við starvsfelagar
  • Dugir at samskipa og lata uppgávur víðari, tá tað er viðkomandi
  • Ert reflekterandi, kreativ/ur og trívist við fakligum avbjóðingum
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og hevur hug at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum gjøgnum dagliga sparring og undirvísing
  • Dugir væl at málbera teg bæði í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur:

  • Royndir innan eldrarøkt og/ella kliniska sjúkrarøkt
  • Eftirútbúgving sum demenssamskipari og/ella kliniskur vegleiðari.

Setanarviðurskifti

Starvið er til byrjan 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu.

Løn og setan eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Monika W. Jakobsen
Deildarleiðari
Tlf. 290203
Teldupostur: monika@rodin.fo

Umsókn

Send umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og arbeiðsroyndir til: rodin@rodin.fo

Viðmerk: "Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur"

Samrøður verða hildnar í 25. august 2026

Lýsing er stovnað5. august 2026
Umsóknarfreist19. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
1 Friðartún, Runavík 620, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki