Kanjon
Kanjon hevur drúgvar royndir innan timbur, betong, kloakk, jørð- og lendisarbeiði og betongsølu.
Kanjon virkar bæði sum høvuðsarbeiðstakari og undirveitari. Vit loysa allar byggiuppgávur, tí vit hava uppbygt eitt gott samstarv við feløg og undirveitarar bæði í Føroyum og uttanlands.
Kanjon hevur útgerð og amboð til tað mesta, men um tað er neyðugt útvega vit neyðugu útgerðina alt eftir tørvi á tí arbeiði, sum skal gerast.
Umráðandi er at hava gott samskifti um alt, ið skal gerast, so at ætlan verður til veruleika. Hevur tú eina ætlan? Lat so okkum hjálpa tær at fáa hana til veruleika!
Kanjon søkir eftir kranaførarum
Søkt verður eftir kranaføraraum við kranaloyvið E og Mobilkrana, at byrja skjótast tilber.
Vit væntað at tú ert røkin, vísur arbeiðssemi og hevur møguleika fyri at arbeiða langar dagar við hvørt.
Lønin verður avtalað millum partarnar.
Starvið verður sett, skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Kjartan Hansen á tel. 554040.
Tú kanst søkja starvið umvegis Alfred.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Lýsing er stovnað28. October 2024
Umsóknarfreist30. November 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Klaksvík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (2)