Vinnustovnurin
Vinnustovnurin
Vinnustovnurin

Journalleiðari

Vilt tú arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi við góðum og hjálpsomum starvsfelagum og fjølbroyttum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum? So er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.

Søkt verður eftir einum journalleiðara at byrja 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Tín høvuðsuppgáva verður at fyrisita og røkja journalskipanina, men annars fevnir arbeiðið um alt vanligt skrivstovuarbeiði, telefonavgreiðslu, fyrireiking av fundum, hjálp til bókhaldið v.m.

Stovnarnir undir Vinnustovninum hava felags journal og móttøku og talan er tískil um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú kemur at hava ein lyklaleiklut í fyrisitingini av stovninum. Vinnustovnurin nýtir journal skipanina 360⁰ og bókhaldið nýtir m.a. BSL (Búskaparskipan Landsins) og Navision.

Um teg

· Tú hevur skrivstovuútbúgving ella royndir, sum kunnu javnsetast við skrivstovuútbúgving.

· Tú hevur góð samstarvsevni, ert fyrikomandi og røkin, og evni at arbeiða sjálvstøðugt.

· Tú hevur royndir við journalføring, góðan telduførleika og góðan kunnleika til føroyska málið.

· Arbeiðsroyndir innan innan almenna fyrisiting, Búskaparskipan Landsins og Navision er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Løn og setanartreytir

Talan er um fast starv fulla tíð og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknir

Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til:

Vinnustovnurin

Skálatrøð 20

Postrúm 73

110 Tórshavn

ella sum teldupostur til: jt@vs.fo

Umsóknir skulu verða merktar “journalleiðari” og verða Vinnustovninum í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. mai 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Thomsen á tel. 356020, teldupost: jt@vs.fo.

Um Vinnustovnin

Vinnustovnurin er ein tænastu- og eftirlitsstovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Vinnustovnurin er ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Eisini húsast Brúkaraumboðið í somu hølum.

Lýsing er stovnað3. May 2024
Umsóknarfreist23. May 2024
Stað
20 Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki