Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya

Journalistar til farloyvisstørv

Tað snýr seg um at veita rættar, neyvar og týðandi upplýsingar til Føroya fólk. Samd/-ur? So halt endiliga fram at lesa!

Kringvarp Føroya søkir eftir journalistum til trý avloysarastørv. Talan er um 1 ára størv. Tvey eru fulla tíð, eitt er 0,8. Arbeiðstíðir og brøkur kunnu avtalast fyri hvørt starvið sær.

Vit leita eftir fólki við journalistiskari útbúgving ella aðrari viðkomandi útbúgving. Eisini eru royndir sum tíðindafólk ein fyrimunur.

Kringvarp Føroya virkar á trimum pallum: útvarp, sjónvarp og á kvf.fo, og tú skalt vænta at arbeiða á í minsta lagi tveimum. Tí skalt tú eisini duga føroyskt væl í skrift og talu.

Størvini verða sett skjótast til ber.

Vit bjóða

  • ein livandi og meiningsfullan arbeiðsdag
  • eitt pláss í einum tøttum redaktionellum samstarvi
  • eitt starv, har tú fært innlit í forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum


Tú skalt

  • vilja gera mun
  • finna tínar egnu søgur, eins væl og lofta, tá redaktørurin gevur tær søgur at gera
  • hava høgt trúvirði og vera álítandi
  • tola tíðartrýst og virða tíðarfreistir
  • tosa eitt mál, sum øll skilja
  • arbeiða í skiftandi vaktum og vera til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi skulu út


Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna í miðal í skiftandi vaktum.


Evstamark at søkja o.a.
Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo. Evstamark at søkja er 30. oktober 2024. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296649, ella við at senda teldupost til katrinp@kvf.fo.

Lýsing er stovnað21. October 2024
Umsóknarfreist31. October 2024
Stað
100, 20 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki