

Húsavørður
Ert tú arbeiðssamur, ábyrgdarfullur og hevur eyga fyri smálutum? So hevur tú nú møguleikan at gerast ein týdningarmikil partur av Vesturvón - eitt heim, har trivnaður og tryggleiki hjá húsfólkunum altíð er í fokus. Vit leita eftir einum húsavørði, sum kann tryggja, at umhvørvið hjá húsfólkunum er væl røkt, og at tey trívast í sínum gerandisdegi.
Starvið er fjølbroytt og sjálvstøðugt, og húsavørðurin hevur umsjón við bæði Heiminum á Sýnini, Ivanshús og kringøkinum. Tú fert at hava tætt samstarv við húsfólk eins og starvsfólk, og verður við til at skapa eitt reint, vælvirkandi og trygt umhvørvi, sum stuðlar trivnaðinum hjá øllum, ið hava dagligt virksemi á heiminum.
Umsjón og viðlíkahald av bygningum og økinum kring Heimið á Sýnini
Tryggja, at dagliga arbeiðið verður væl skipað og smidliga loyst
Finna loysnir og loysa trupulleikar, tá ið á stendur
Samstarva við starvsfólk og stuðla undir eitt gott arbeiðsumhvørvi
Vit vænta at tú:
Hevur handverkaraútbúgving ella royndir sum handverkari/húsavørður
Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og skipa tínar uppgávur
Hevur evni at handfara broytingar og arbeiða við fjølbroyttum uppgávum
Ert tænastusinnað/ur, nærlagdur og hevur gott eyga fyri røkt
Hevur KT - førleikar á brúkarastigi og koyrikort
Tú kemur at starvast á einum arbeiðsplássi har dentur er á virðum og trivnað hjá øllum.

