

Høvuðsungdómsvenjari, sum vil gera mun, bæði fyri felagið og fyri okkara ungu leikarar ⚽
Hevur tú brennandi áhuga fyri ungdómsfótbólti og vilt vera við til at mynda framtíðina hjá okkara felagi? So ert tú møguliga júst tann, ið vit leita eftir!
ÍF-fótbóltur í Fuglafirði søkir eftir einum eldhugaðum og ábyrgdarfullum høvuðsungdómsvenjara. Sum høvuðsungdómsvenjari í ÍF verður tú ein týðandi partur í einum felag, sum vil vaksa og mennast. ÍF er eitt felag, ið leggur stóran dent á leikaramenning, sosialisering og tann góða felagsskapin. Okkara ynski er at skapa tær bestu fyritreytirnar fyri, at okkara leikarar fáa eina góða framtíðar fótbóltsleið.
Vit kunnu bjóða:
- eitt spenanndi starv við møguleika fyri persónligari og fakligari menning
- eitt starv, har tú fært ein týðandi leiklut
- eitt starv við ágrýtnum venjaratoymi og teimum bestu umstøðunum
- eitt starv í tøttum samskifti við ungdómsnevnd og starvsnevnd
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um
- at skipa fyri venjingum í ungdómsdeildini í samráð við avvarðandi venjarar hjá tí einstaka liðnum
- at eygleiða venjingar og eftir tørvi at veita fakliga ráðgeving/afturboðan til venjarar
- at skapa fortreytir fyri, at breiddarfótbólturin og úrvalsfótbólturin mennist optimalt
- at vera ein fakligur sparringspartnari í felagnum
- at skipa fyri innanhýsis fakligum arbeiðis- og temadøgum fyri venjarum
- at taka lut í tiltøkum, ið nevndin ynskir
- at taka lut í foreldrafundum o.ø. fundum eftir tørvi
Vit leita eftir einum høvuðsungdómsvenjarar, sum
- hevur í minsta lagi B-venjara prógv
- hevur fakligan førleika til at leiðbeina og stuðla okkara ungdómsvenjarum
- hevur áhuga í at menna ungar leikarar á tí støði, ið hvør leikari er á einsæris
- hevur hug og hegni at arbeiða við breiddarfótbólti og úrvalsfótbólti
- Hevur góð samskiftisevni og er skipað/ur í arbeiðinum
Harumframt vænta vit, at viðkomandi:
- er sinnaður at arbeiða eftir tí leisti, ið menningarætlan felagsins ásetir
- hevur evni til at hjúkla um felagsskapin, skapa trivna og fótbóltsgleði
- er fyrikomandi og verður ein jalig fyrimynd fyri felagið úteftir
Lønar- og setanarviðurskifti:
Løn sambært avtalu.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mary-Ann ella Njal á if@if.fo .
Starvsbyrjan 01. jan. 2026
Umsókn:
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skal sendast til samskipari@if.fo.
Barnaváttan verður kravd við setan.
