

Høvuðskokkur til OY
Ert tú eldhugað/ur fyri góðum mati, frískum ráevnum og einum køki, har handverk og skapanargleði ganga hond í hond? Droymir tú um at leiða eitt kokkatoymi, har matgleði, øl og stemningur skapa eina heildaruppliving fyri gestirnar? So er hetta starvið kanska júst til tín!
OY er eitt væl rótfast matstað og bryggarí, har skrætt svín, fiskur í øldeiggi, og oksabringa eru millum rættirnar á matskránni – einfalt, óhátíðarligt og við dygd í hásæti.
Vit leita nú eftir einum høvuðskokki, sum vil vera við til at menna og seta dám á matupplivingina á OY – við nýhugsan, frískum føroyskum ráevnum og einum sterkum toymissinni.
Um starvið Sum høvuðskokkur á OY fært tú ábyrgd av:
- Dagliga rakstrinum av køkinum
- Menning av matskráini í tøttum samstarvi við leiðsluna
- Handfaring av ráevnum og at tryggja dygd í øllum rættum
- Leiðslu og menning av kokkatoyminum
- Samstarvi við veitarar og okkara egna bryggjarí
Matskráin skal spegla okkara virðir: einfalt, vælsmakkandi, óhátíðarligt - altíð við góðsku í miðdeplinum.
Vit vænta av tær, at tú:
- Hevur royndir sum kokkur – fegin eisini sum leiðari
- Ert eldhugað/ur fyri føroyskum ráevnum og góðum handverki
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samskipa eitt toymi
- Ert skapandi og brúkar tín kunnleika til at skapa nýggjar matupplivingar
- Ert ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og álítandi
Vit bjóða tær:
- Fulltíðarstarv
- Ein spennandi arbeiðsdag í einum livandi og mennandi umhvørvi
- Møguleikan at seta tín egna dám á matskránna
- Samarbeiði við dugnaligar starvsfelagar og føroyskar veitarar
- Góðar arbeiðsumstøður og løn eftir avtalu
Arbeiðstíðir: OY hevur opið frá mikudegi til leygardag, og arbeiðstíðirnar eru lagdar til rættis eftir tí.
Umsóknarfreist: Send okkum eina umsókn og lívsrensl skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 4. Mai 2025, men vit halda samrøður leypandi, so søk heldur í dag enn í morgin.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Spurningar viðv. Starvið kunnu sendast til Bojan Andonov á Barr@oy.fo