Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins

Hjálparfólk til handilin í Miðlon í Tórshavn

Til handil okkara í Havn søkja vit eftir dugnaligum og arbeiðssomum hjálparfólki at arbeiða upp til 15 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Handilin í Havn er ein týðandi partur av okkara virksemi og stendur fyri størsta partinum av søluni í Føroyum.

Tín høvuðsuppgáva verður at hjálpa til við dagligu uppgávunum í handlinum, so sum at avgreiða vøru, fylla vørur upp, sita við kassan og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vit ynskja, at tú

· Er nærløgd/lagdur

· Er fyrikomandi og hevur eitt jaligt sinnalag

· Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi

Vit kunnu bjóða tær

· At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning

· Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum

· Upplæring í vørum og skipanum okkara

Umsøkjarin skal vera minst 18 ár.

Arbeiðstíð- og stað
Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Miðlon í Havn.
Arbeiðstíðin er upp til 15 tímar um vikuna í skiftandi vaktum í tí tíðarrúminum, tá handilin er opin, harímillum vaktir leygardagar. Eisini er neyðugt, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.

Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn saman CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. oktober 2024 á midnátt.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kasper Skovlund, handilsleiðara í Havn, á 290411 ella Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.

Lýsing er stovnað18. September 2024
Umsóknarfreist6. October 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktFramúrskarandi
EnsktEnsktByrjandi
DansktDansktByrjandi
Stað
67 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki