
Akstovan
Akstovan er stovnur undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur stovnurin eftirlitsdeildir í Klaksvík, Saltangará og Suðuroy. Harafturat er sýnsstað á Sandi og í Sørvági. Á Akstovuni starvast 23 fólk, 21 eru starvssett á høvuðsdeildini í Tórshavn, umframt tveir eftirlitsmenn í Eysturoynni og ein partvíst í Suðuroynni.

Hevur tú hug at vera okkara næsti próvdómari?
Vit søkja eftir einum próvdómara til Akstovuna til setan eftir summarfrítíðina. Hevur tú hug at arbeiða við ungum fólkum í einum spennandi umhvørvi, so eigur henda starvslýsing at hava tín áhuga. Talan er um eitt fast starv, ið er skipað sum eitt fulltíðarstarv.
Lýsing er stovnað15. juli 2024
Umsóknarfreist20. august 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki