Naviair
Naviair
Naviair

Hevur tú hug at arbeiða í torninum á Flogvøllinum?

Kundi tú hugsað tær at blivið útbúgvin til AFIS-operatør, ella hevur tú longu útbúgvingina, so ert tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi!

Naviair hevur sáttmála við Vága Floghavn um veiting av AFIS-tænastu til brúkarar, sum flúgva til og frá Vágum. Vágar AFIS er ein partur av flogtrygdartænastuni hjá danska felagnum Naviair. Sum umframt at veita flogtrygdartænastu í Danmark, eisini veitir hesa tænastu í Føroyum og Grønlandi.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita loftferðslutænastu (Aerodrome Flight Information Service – AFIS), T.v.s at veita kunningartænastu til flogfør, umframt alarmerings- og veðureygleiðaratænastu.

Førleikakrøv

  • Tú hevur ein vælmentan samstundisførleika, tvs. kanst arbeiða við fleiri tingum í senn.
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, hevur yvirlit, ert ágrýtin og forvirkin (proaktiv).
  • Tú klárar eina upptøkuroynd, sum er miðað til AFIS-arbeiðið.
  • Tú klárar útbúgvingina til AFIS-operatør, ella tú frammanundan hevur AFIS-prógv.
  • Tú samskiftir væl á enskum og donskum.
  • Tú hevur KT-førleikar á brúkarastigi.

Vit bjóða

Tú fært eitt spennandi starv í einum toymi av starvsfeløgum við nógvum ymiskum uppgávum innan loftferðslu. Umframt kravdu AFIS-tænastuna kemur tú at arbeiða við altjóða flúgving, uppgávum innan SAR (Search And Rescue), frálandavinnu og fráboðanartænastu.

Umframt vanligu AFIS-tænastuna eru møguleikar at søkja/røkja fyrisitingarligar uppgávur innan leiðslu ella aðra fyrisiting.

Tornið í Vágum er í lágárstíð einmannað, tvs. at tú skalt trívast við at arbeiða einsamallur/einsamøll. Í háárstíð, tá mesta ferðslan er, verður miðað eftir at hava tvey fólk á vakt í senn.

Løn og starvstreytir

Miðal arbeiðsvikan er 37 tímar. Sum AFIS-operatørur arbeiðir tú í skiftandi vaktum, sum eisini umfata bakvaktir/tilkallivaktir.

Starvssetan er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast til “Loyniligt” (NATO SECRET) og at tú lýkur heilsutreytirnar sambært JAR-FCL Class 2.

Starvssetan verður sambært ‘Felagssáttmála ímillum danska Fíggjarmálaráðið og CO10’, ‘Fyriskipanaravtalu fyri ávís starvsfólk og onnur í Naviair’ og ‘Uppskrift um víðkan av Fyriskipanaravtaluni (AFIS)’ Hetta eru danskir sáttmálar/avtalur.

Undir útbúgving til AFIS-operatør er lønin umleið 26.700 kr. um mánaðan.

Aftaná endaliga útbúgving er byrjunarlønin umleið 41.800 kr. um mánaðan umframt 18% eftirløn.

Ástøðiligi parturin av útbúgvingini, sum er ca. 4 mánaðar verður á EPN í Malmø. Hettar verður frá umleið 10.01.27 til 20.04.27. Eftir tað er starvsvenjing í Vágum í umleið 6 mánaðar.

Umsókn

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við rakstrarstjóra fyri AFIS, TWR & APP Louise Katrine Heumann Eskildsen á tlf. +45 2338 1572 ella teldupost [email protected] ella rakstrarleiðaran fyri VÁGAR AFIS Jákup Gardar Joensen á tlf. +298 222 844 ella teldupost [email protected]

Naviair sær margfeldi sum ein fyrimun og vit eggja tí øllum áhugagum og egnaðum, uttan mun til aldur, kyn, ættarslag, trúgv og tjóðaruppruna, til at søkja starvið.

Trýst á “Ansøg” og send eina greinaða umsókn saman við tínum lívsrensli (CV) í seinasta lagi 25. oktober.

Setanarsamrøður verða væntandi í viku 48.

Talentech - Har du lyst til at arbejde i tårnet på Vágar Floghavn på Færøerne?

Main tasks and responsibilities

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita loftferðslutænastu (Aerodrome Flight Information Service – AFIS), T.v.s at veita kunningartænastu til flogfør, umframt alarmerings- og veðureygleiðaratænastu.

Educational and skill requirements

-

Job benefits

Miðal arbeiðsvikan er 37 tímar. 

Undir útbúgving til AFIS-operatør er lønin umleið 26.700 kr. um mánaðan.

Aftaná endaliga útbúgving er byrjunarlønin umleið 41.800 kr. um mánaðan umframt 18% eftirløn.

Lýsing er stovnað24. september 2026
Umsóknarfreist25. oktober 2026
Løn (um mánaðin)42.000 - 56.000 DKK
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Vágar Floghavn
Starvsslag
Egnað til
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki