Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Havnaumsjónarmaður

Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst til setan tann 01. november 2025 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
  • At leggja til rættis og hava eftirlit við virkseminum á havnalagnum.
  • Á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kunna røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, Eiði og Norðskála
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði
Krøv til útbúgving og førleikar
  • Útbúgving og vinnubræv sum skipsførari.
  • Góðar førleikar í føroyskum og enskum máli bæði í skrift og talu.
  • Hava teldukunnleika á brúkarastøði.
  • Tað kann verða ein fyrimunur, at hava royndir innan sjóvinnu.
Ágóðar við starvinum
  • Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn
  • Skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir v.m.
  • Fyrstu tríggir mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð.
  • Talan er um eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.
Lýsing er stovnað22. September 2025
Umsóknarfreist20. October 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Fuglafjarðar havn
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki