
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Tað búgva umleið 1635 fólk í kommununi.

Havnaumsjónarmaður
Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst til setan tann 01. juli 2023 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
Útbúgving og almenn krøv
Útbúgving og vinnubræv sum skipsførari.
Góðar førleikar í føroyskum og enskum máli bæði í skrift og talu.
Hava teldukunnleika á brúkarastøði.
Tað kann verða ein fyrimunur, at hava royndir innan sjóvinnu.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
At leggja til rættis og hava eftirlit við virkseminum á havnalagnum.
Á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kunna røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, Eiði og Norðskála
Ymiskt fyrifallandi arbeiði
Fyrimunir
Skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir v.m.
Talan er um eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn
Fyrstu tríggir mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð.
Lýsing er stovnað1. mai 2023
Umsóknarfreist22. mai 2023
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Fuglafjarðar havn
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (2)

