Tórshavnar havn
Tórshavnar havn
Tórshavnar havn

Havnaumsjónarfólk til Tórshavnar havn

Um starvið

Sum havnaumsjónarfólk verður tú partur av einari 24/7 vaktarskipan og hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at ferðslan innan havnamerkini er væl skipað og trygg. Tú hevur nógv samskifti við skip, reiðarí og viðskiftafólk, og harumframt virkar tú eisini sum loðsur.

Tínar uppgávur

  • Vera partur av 24/7 vaktarskipanini
  • Tryggja, at ferðslan innan havnamerkini er væl skipað og trygg
  • Samskifta við skip, reiðarí og viðskiftafólk, sum nýta havnina
  • Virka sum loðsur og stuðla tryggum og professionellum rakstri
  • Taka ábyrgd í einum skjóttgangandi og fjølbroyttum gerandisdegi

Vit ímynda okkum, at tú

  • Hevur útbúgving sum skipsførari
  • Hevur minst 2 ára royndir sum skipsførari
  • Hevur ein greiðan vilja at veita góða tænastu
  • Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu á føroyskum og enskum
  • Hevur góð telduførleikar og arbeiðir álítandi, fyrikomandi og sjálvstøðugt

Vit bjóða tær

  • Eitt virkið og týdningarmikið starv, har eingin dagur er eins
  • Góða innleiðslu til starvi og neyðuga førleikamenning, umframt loðs útbúgving
  • Eitt arbeiðspláss við sterkum felagsskapi, góðum samstarvi og denti á trivnað

Starv

Fulltíðarstarv, í vaktarskipan, Tórshavn havn Eystara Bryggja

Setan

Skjótast til ber

Løn

Sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelagi og KAF

Umsókn

Umsókn, viðmælið, prógv v.m. til hanusm@torshavn.fo

Spurningar

Hanus Mikkelsen tel. 285699hanusm@torshavn.fo

Lýsing er stovnað2. juli 2026
Umsóknarfreist19. juli 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Eystara Bryggja, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki