Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins

Handilslærlingur við sergrein til Rúsdrekkasølu Landsins

Nú hevur tú møguleikan at gerast handilslærlingur og gerast partur av einum spennandi toymi, har tú sleppur at førleikamenna teg innan tænastu, sølu og vøruvitan.

Umframt at tú skal læra í handlinum í Tórshavn, skal tú eisini í skúla í Danmark, samstundis sum tú fær møguleika at luttaka á skeiðum og tiltøkum, ið Rúsdrekkasølan skipar fyri.

Lærutíðin fevnir um ein praktiskan og ein ástøðiligan part, har dentur verður lagdur á ráðgeving og sølu, samstundis sum tú gerst partur av dagliga arbeiðinum í handlinum.

Sum partur av lærutíðini, sleppur tú eisini at royna teg á øðrum deildum hjá Rúsdrekkasøluni, umframt á høvuðsgoymsluni, í fløskumóttøkuni og í fyrisitingini.

Treytir

  • Tú hevur FHS, HH, HF, student, gymnasialt miðnám ella aðra viðkomandi miðnámsútbúgving.
  • Tú skal vera fylt/ur 18 ár.

Vit ynskja, at tú sum persónur

  • Er struktureraður
  • Er nærlagdur
  • Er tænastusinnaður
  • Er fyrikomandi, vinsælur og hevur eitt jaligt sinnalag
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
  • Er áhugaður í at menna vitan og førleikar

Vit kunnu bjóða tær

  • At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning
  • Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
  • Upplæring í vørum og skipanum okkara
  • Persónliga menning við at luttaka á skeiðum og tiltøkum

Arbeiðstíð- og stað
Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Tórshavn, men tú kemur eisini at arbeiða á øðrum deildum og pørtum av fyritøkuni í lærutíðini.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna og má í høvuðsheitum væntast at vera í tí tíðarrúminum tá handilin er opin.


Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn saman við CV, avriti av prógvum og viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.09.2023 og skal sendast við telduposti til [email protected].

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410 ella á [email protected].

Útbúgving og almenn krøv
FHS, HH, HF, student, gymnasialt miðnám ella aðra viðkomandi miðnámsútbúgving.
Lýsing er stovnað11. september 2023
Umsóknarfreist18. september 2023
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Framúrskarandi
DansktDanskt
Kravt
Grundførleikar
EnsktEnskt
Kravt
Grundførleikar
Stað
67 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki