

Grafiskur sniðgevi søkist
Ert tú kreativ/ur og nýhugsandi? Og kundi tú hugsað tær at starvast í einari spennandi fyritøku við trimum hotellum og átjan matarstøðum við ymiskum konseptum og ymiskum grafiskum samleikum?
Gist&Vist leitar eftir einum grafiskum sniðgeva at arbeiða fulla tíð á marknaðardeildini. Tú kemur at starvast í fyrisitingini hjá Gist&Vist við skrivstovu á Hotel Føroyum.
Um starvið
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum uppgávum. Fyrst og fremst fært tú ábyrgdina av at víðarimenna grafiska stílin hjá matstovunum og hotellunum í fyritøkuni í ymiskum lýsingatilfari – bæði til føroyska og altjóða marknaðin. Harafturat fevna arbeiðsuppgávurnar um:
- At røkja heimasíður
- At skriva tekstir til lýsingatilfar
- At sniðgeva innan- og uttanhýsis kunningartilfar
- At sniðgeva mat- og vínskráir
- At samstarva við nógv ymisk fólk innanhýsis umframt við veitarar
- At hjálpa til við øðrum fyrifallandi uppgávum á marknaðardeildini
Um teg
Tú ert útbúgvin grafiskur sniðgevi, ella hevur áhuga fyri og góð evni innan grafiska sniðgeving, og hevur royndir frá líknandi størvum. Tú fert til verka við einum jaligum hugburði og trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi, har uppgávur ofta skulu loysast við stuttari tíðarfreist. Tað er somuleiðis ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við heimasíðum.
Spurningar til starvið kunnu sendast til Kristina, HR Leiðari hjá Gist og Vist, á kristina@gistogvist.fo.
Umsóknarfreistin er 12. juni 2025.

