Uttanríkis -og vinnnumálaráðið
Uttanríkis -og vinnnumálaráðið
Uttanríkis -og vinnnumálaráðið

Fulltrúi til Uttanríkistænastuna – farloyvisstarv

Uttanríkis -og vinnumálaráðið søkir eftir avloysara fyri fulltrúa til Uttanríkistænastuna.

Um starvið

Høvuðsuppgávan í starvinum er at røkja ritarauppgávur, umframt uppgávur innan samskifti og alment diplomati.

Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

· At fyrireika og leggja til rættis fundir og ferðir hjá landsstýriskvinnuni

· At fyrireika og samskipa røður, greiningar og tilfar til politisku leiðsluna

· At framleiða tíðindaskriv og kunningartilfar

· At umsita og røkja teir ymsu samskiftispallarnar og sosialu miðlarnar hjá landsstýrinum, sum Uttanríkistænastan umsitur.

Roknast kann við, at tann, ið settur verður, lutvíst eisini fer at arbeiða sum fulltrúi innan ávís málsøki, sum Uttanríkistænastan situr fyri.

Førleikakrøv

Viðkomandi hægri útbúgving á master ella kandidatstigi frá hægri lærustovni, t.d. innan altjóða politikk, diplomati, stjórnmálafrøði, løgfrøði, búskaparfrøði, miðlar og samskifti ella javnbjóðis útbúgving.

Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá almennari fyrisiting, og/ella størvum, har ið tú hevur arbeitt við samskipan, samskifti og fjølmiðlum. Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um tú hevur áhuga fyri og innlit í uttanríkismál, og at tú hevur førleikar at virka í einum umhvørvi við nógvum millumtjóða samskifti og samstarvi.

Vit vænta, at tú:

· ert diplomatisk/ur, fyrikomandi og tænastusinnað/ur

· ert ágrýtin, fleksibul og trívist við at arbeiða undir trýsti og við stuttum freistum

· dugir sera væl at samskifta á føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu

· hevur áhuga fyri uttanríkismálum og samfelagsviðurskiftum

· skjótt og sjálvstøðugt dugir at finna fram viðkomandi tilfar og seta teg inn í nýggj viðurskifti

· Hevur góð greiningarevni og politiskt tev

Vit bjóða

Eitt spennandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti, har møguleikarnir fyri persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.

Løn- og setanartreytir

Starvið er farloyvisstarv fyri fulltrúa í barsilsfarloyvi, og tíðarskeiðið er sett til 1. september 2025 og 10 mánaðir fram. Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra.

Roknast kann við nógvari uttanlandsferðing, og at arbeiðstíðin javnan fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Umsóknarfreist

Umsókn við avriti av prógvum og øðrum skal vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 8. juli 2025 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannes V. Hansen, stjóra fyri Uttanríkistænastuna, á telefon 551009.

Umsóknir skulu sendast til Uttanríkis- og vinnumálaráðið á uvmr@uvmr.fo.

Uttanríkistænastan stendur fyri og skipar uttanríkispolitiska arbeiði landsstýrisins. Arbeiðsøkið fevnir um millumlandasamstarv, heruppií handilsviðurskifti, trygdarmál, havtilfeingi, økisbundið samstarv, heruppií norðurlendska og arktiska samstarvið, altjóðarætt, tjóðarbranding, útflutningsframa, protokoll og konsularviðurskifti. Sendistovurnar í Brússel, London, Reykjavík, Keypmannahavn, Moskva, Tel Aviv, Beijing og Washington eru partur av Uttanríkistænastuni.

Lýsing er stovnað24. June 2025
Umsóknarfreist8. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Framúrskarandi
DansktDanskt
Kravt
Framúrskarandi
EnsktEnskt
Kravt
Framúrskarandi
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki