

Fulltrúi til nýggja tjóðarskrivstovu til Erasmus+
Brennir tú fyri altjóða samstørvum og menningarmøguleikum í samband við útbúgvingar,
frítíðarvirksemi og ítrótt? Og megnar tú at íverkseta og skipa eitt nýtt arbeiðsøki? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Føroyar skulu gerast partur av stóru ES skipanini Erasmus+. Ein tjóðarskrivstova verður sett á stovn, sum skal umsita Erasmus+ skipanina í samstarvi við aðrar áhugapartar eitt nú Granskingarráðið.
Starvsøki
Erasmus+ skipanin krevur, at londini hava eina tjóðarskrivstovu, sum umsitur limaskapin. Í nýggja starvinum skal tú vera við til at kanna, lýsa og skipa øll formlig viðurskifti rundan um føroysku tjóðarskrivstovuna, sum skal umsita føroyska atlimaskapin í Erasmus+. Roknað verður við, at um nøkur ár arbeiða 3-4 fólk á tjóðarskrivstovuni.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
- kanna og seta seg inn í alla Erasmus+ skipanina
- vera við í samráðingum við ES
- fyrireika og klárgera føroysku eindina, sum verður staðsett í Vegleiðingarstovuni í Undirvísingarstýrinum
- upplýsa og fyrireika føroyskar skúlar, frítíðarvirksemi og Fróðskaparsetur Føroya til føroyskan limaskap og skjóta luttøku
Førleikakrøv
Vit rokna við, at okkara nýggi starvsfelagi:
- hevur kandidatútbúgving frá hægri lærustovni ella samsvarandi
- hevur góðar málførleikar bæði í skrift og í talu, serliga í føroyskum og enskum
- hevur góðar samskiftis- og samstarvsførleikar
- hevur góðar teoretiskar og analytiskar førleikar
- hevur góð samstarvsevni, er liðspælari og eisini kann arbeiða sjálvstøðugt
- er væl skipaður, málsøkin og áhaldin
- er tænastusinnaður
Royndir frá skipan og íverksetan av nýggjum átøkum eins og kunnleiki til ES skipanir í breiðum
týdningi kunnu vera ein fyrimunur.
Vit bjóða:
- eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti innanlands og uttanlands
- arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning
- eitt liðiligt arbeiðspláss, sum leggur dent á sjálvstøðugt arbeiði
Meira kunning um Erasmus+ er at finna á leinkjuni her
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v., ummælum o.ø. skal sendast til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn
ella til t-post: undirvising@uvs.fo
Starvið verður sett frá 1. juni 2025 ella skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum, á tlf. 555045, ella teldupost hjalmar@uvs.fo

