Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Fulltrúi til HR deildina á Landssjúkrahúsinum

HR deildin á Landssjúkrahúsinum leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfelaga til barnsburðarfarloyvisstarv. Talan er um eitt eitt starv sum HR fulltrúi við starvsbyrjan tann 01.11.2026 og á leið eitt ár fram.

HR deildin hevur serliga ábyrgd av starvsfólkaviðurskiftum á Landssjúkrahúsinum, her undir starvsfólkapolitikkum, starvsfólkaumsiting og lønarflokkingum. Deildin varar somuleiðis av uppgávum so sum útbúgving, organisatiónsmenning, leiðslumenning, førleikamenning og trivnaði í breiðum høpi.

Høvuðsuppgávur í starvinum

  • Trivnaðarkanningar
  • Førleikamenning
  • Strategi arbeiði
  • Ráðgeving til leiðarar og starvsfólk
  • Innleiðsla fyri nýggjum starvsfólkum
  • Mynstring og avmynstring
  • Samskipan av skeiðum
  • Samskipan av leiðslumenning
  • Umsiting av nýggjum og verandi skipanum
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit sóknast eftir einum fulltrúa við viðkomandi útbúgving, og sum hevur royndir og áhuga í økinum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við skipanum s.s. Garuda, MyMedCards og BSL.

Landssjúkrahúsið er eitt stórt arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum, og tí er tað av stórum týdningi, at tú dugir væl at samstarva og samskifta við ymisk fólk. Tú skalt duga at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu. Eisini hevur tað stóran týdning, at tú megnar at rúma einum gerandisdegi við nógvum skiftandi uppgávum og til tíðir høgari ferð.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv undir støðugari menning. Umframt eitt gott arbeiðsumhvørvi við vinarligum starvsfelagum. Eisini bjóða vit eina felags innleiðslu og upplæring á deildini.

Lønar- og setnarviðurskifti eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi sáttmála.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Selmu Herup, HR deildarstjóra á tlf. 286863 ella t-post [email protected]

Lýsing er stovnað28. september 2026
Umsóknarfreist12. oktober 2026
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki