Dátueftirlitið
Dátueftirlitið
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum vegleiðir og ráðgevur borgarum, myndugleikum og fyritøkum um dátuverndarlógina, og hevur eftirlit við, at dátuverndarlógin verður hildin.
Dátueftirlitið

Fulltrúi til Dátueftirlitið

Eitt fast starv sum fulltrúi á Dátueftirlitinum er leyst at søkja. Ert tú løgfrøðingur, ella hevur tú aðra viðkomandi útbúgving, og hug at arbeiða við dátuvernd, so er starvið sum fulltrúi hjá Dátueftirlitinum júst nakað fyri teg.

Lesandi, ið eru um at gera útbúgvingina lidna, eru eisini vælkomin at søkja.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Ítøkiliga og almenna ráðgeving og kunning um dátuverndarøkið
Svara fyrispurningum
Ummæli av lóggávu
Eftirlitsmál
Fyrireika mál, ið skulu leggjast fyri Dáturáðið
Luttøka í norðurlenskum samstarvi
Útbúgving og almenn krøv
Løgfrøðiligt kandiatprógv (cand.jur), annað viðkomandi kandidatprógv, har løgfrøði er ein munandi partur av útbúgvingini ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir innan dátuvernd, KT-trygd e.l.
Góðar fakligar førleikar og hava áhuga fyri dátuverndarøkinum
Dáma væl at arbeiða sjálvstøðugt
Vera ágrýtin, nýhugsandi og dáma væl avbjóðingar
Duga væl at samskifta og samstarva við onnur
Duga væl føroyskt í skrift og talu
Lýsing er stovnað18. September 2023
Umsóknarfreist9. October 2023
Starvsslag
Stað
600, 25 Heiðavegur, Saltangará 600, Føroyar
Egnað til
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki
Vilt tú loyva farsporum? Alfred brúkar farspor til at greina ferðslu á heimasíðuni og at gera tína uppliving betri. Vís meira.