Skráseting Føroya
Skráseting Føroya
Skráseting Føroya

Fulltrúi

Vilt tú arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi við góðum og hjálpsomum starvsfelagum og fjølbroyttum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum? So er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.

Skráseting Føroya sóknast eftir fulltrúa at byrja 1. august 2024 ella eftir nærri avtalu.

Starvið
Talan er um fast starv, sum fevnir um umsiting og eftirlit innan málsøkið hjá Skráseting Føroya, ið er umsiting av lóggávu um parta- og smápartafeløg, ársroknskapir, grannskoðarar, hvítvask o.a.

Harafturat fært tú eisini møguleika fyri, tá tørvur er á tí, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar á Vinnustovninum.

Tín høvuðsuppgáva verður, at leggja til rættis og skipa eftirlit við hvítvaskøkinum, sum ásett í hvítvasklógini.

Aðrar arbeiðsuppgávur eru millum annað:

· Vegleiðing og ráðgeving um tulking av hvítvasklógini

· Vera við í lógar- og kunngerðasmíði

· Eftirlit við ársfrásagnum hjá kapitalfeløgum

· Avgreiðsla av øðrum fyrisitingarligum uppgávum innan økið hjá Skráseting Føroya

· Møgulig luttøka í arbeiði við nýggjari kt-skipan

Vit bjóða tær
Sum starvsfólk á Skráseting Føroya verður tú partur av dugnaliga starvsfólkahópinum, ið telur 6 fólk í løtuni. Harafturat verður tú partur av starvsfólkahópinum hjá Vinnustovninum, ið telur umleið 35 fólk.

Vit eru eitt óformelt, dynamiskt og sosialt arbeiðspláss, har vit gera nógv saman. Vit koma hvørjum øðrum við og leggja stóran dent á at lyfta í felag. Til tíðir er arbeiðstrýstið størri, og tá taka vit øll eitt eyka tak, men afturfyri ber til at arbeiða minni aðrar tíðir.

Vit eru eisini eitt lagaligt arbeiðspláss, har tú – við ábyrgd og atliti til tínar starvsfelagar – kanst skipa tín egna arbeiðsdag.

Vit leggja stóran dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga ígjøgnum alt arbeiðslívið, og tí eru eisini góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fært tú starvið, mást tú kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Um teg

Tú hevur viðkomandi løgfrøðiliga útbúgving, eitt nú cand.jur., cand.merc.jur., ella líknandi útbúgving.

· Tú hevur góð samstarvsevnir, tekur ábyrgd, ert røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

· Tú orðar teg væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum

· Tú hevur áhuga fyri rættarøkinum Skráseting Føroya umsitur

· Hevur tú royndir innan almenna fyrisiting, er tað ein fyrimunur, men ikki ein treyt

Hevur hetta tín áhuga?

Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til: sl@vs.fo Umsóknin skal vera merkt “Fulltrúi” og vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. juli 2024.

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súsonnu Leo, deildarleiðara, á tel. 356010 ella sl@vs.fo.

Um Skráseting Føroya

Skráseting Føroya umsitir lóggávu um parta- og smápartafeløg, ársroknskapir, grannskoðarar, hvítvask o.a. Skráseting Føroya er fyrisitingarliga skipað undir Vinnustovninum, ið er ein samanrenning millum Fjarskiftiseftirlitið, Posteftirlitið, Kappingareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Útlendingastovuna og Skráseting Føroya. Eisini húsast Brúkaraumboðið í somu hølum.
Nærri kunning um Skráseting Føroya sæst á www.skraseting.fo

Lýsing er stovnað19. June 2024
Umsóknarfreist7. July 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)