
Nes kommuna
Nes kommuna fevnir um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes og er ein kommuna í vøkstri við gott 1.500 borgarum.
Nes kommuna er ein kommuna fyri øll. Vit vilja skapa lív og ganga fremst.

Frítíðarskúlin í Nes kommunu søkir eftir námsfrøðingi
Til Frítíðarskúlan verður søkt eftir:
- Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt og fram til 15. juli 2024.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
- Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
- Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
- Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
Frítíðarskúlin
Frítíðarskúlin er tilboð eftir skúlatíð fyri skúlabørn, sum ganga í 1. og 2. flokki.
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.
Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 02. oktober 2023.
Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo
Starvsslag
Stað
Á Brekkukletti, Toftir 650, Føroyar
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (11)

Leiðari til Sóljugarð
Sóljugarður
Námsfrøðingar og hjálparfólk
Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt
Starvsfólk
Frítíðarskúlin á Argjahamri
Starvsfólk til Virkishúsið við ánna
Virkishúsið við Ánna
Starvsfólk til Barnahúsið IMBA
Barnahúsið IMBA
Námsfrøðingur og hjálparfólk
Býlingshúsið vesturi á Flat
Námsfrøðingar til Smílikulluna
Smílikullan
Starvsfólk til Flóttamóttøkuhúsið
Reyði Krossur Føroya
ENDURLÝSING: Starvsfólk
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus
Starvsfólk til frítíðarskúlan og Námsfrøðing til serstovuna
Dagstovnurin í Øksnagerði
Ergoterapeutur til Heilsu- og umsorganartænastuna
Heilsu- og umsorganartænastanVilt tú loyva farsporum? Alfred brúkar farspor til at greina ferðslu á heimasíðuni og at gera tína uppliving betri. Vís meira.