Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins

Frítíðaravloysarar

Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins eftir summarferiuavloysarum, at avloysa umborð á øllum skipunum hjá Strandferðsluni. Talan er um størv sum navigatør, dekkari, catering og innan maskin.

Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til omanfyrinevnd størv. Talan er um tíðarskeiðið frá fyrst í mai til síðst í septembur. Setanin er tengd at ásettari arbeiðsætlan, ið er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ein ynskir at avloysa á.
Um tú sum umsøkjari bert er partvíst tøkur hetta tíðarskeiðið, verður tú biðin um at upplýsa nær, tú ert tøkur.

Førleikakrøv navigatør:

- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsførari/stýrimaður/skipari við handilsskipum

- Heilsuváttan (bláu bók)

- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6

- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

- Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2

- GOC in GMDSS STCW reg. IV/2

Førleikakrøv maskin:

- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari/skipsmaskinistur

- Heilsuváttan (bláu bók)

- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

Førleikakrøv dekkari:

- Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5

- Heilsuváttan (bláabók)

- Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

- Eldsløkking umborð á skipi STCW A-VI/1-2

Førleikakrøv catering:

- Heilsuváttan (bláu bók)

- Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

Onnur viðkomandi krøv fyri øll størvini:

Vit vænta at tú megnar at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum og enskum. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til telduskipaninar Outlook og Pre-Master. Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Lønar- og setanarviðurskifti:

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.

Lýsing er stovnað30. January 2024
Umsóknarfreist10. March 2024
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki