Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið

Farmaseutur til Góðskudeildina

Góðskudeildin á Framleiðsluapotekinum sóknast eftir einum farmaseuti, ið hevur førleikar og áhuga at arbeiða innan góðskueftirlit og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu. Framleiðsluapotekið fevnir um eina Framleiðsludeild, ið millum annað framleiðir heilivág, og eina Góðskudeild, ið millum annað tryggjar at framleitt verður sambært altjóða galdandi GMP leiðreglum, og at heilivágstilbúningarnir lúka ásettu krøv.

Starvið

Ein fortreyt fyri at fáa starvið er, at tú kannst røkja uppgávuna sum delegeraður QP (Qualified Person). Ein delegeraður QP skal lúka krøvini sambært artikkul 49 í direktivinum 2001/83/EF (humanur heilivágur). Harafturat skal ein delegeraður QP, hava ítøkiligar royndir við at arbeiða eftir GMP leiðreglunum og tilhoyrandi uppgávum, so sum leysgeving av framleiddum heilivágstilbúningum. Viðkomandi skal eisini hava arbeiðsroyndir í 1 ár ella meira innan heilivágsframleiðslu, góðskutrygging ella góðskueftirlit.

Arbeiðsuppgávurnar koma harafturat í høvuðsheitum at umfata:

  • At hava ábyrgd fyri og menna okkara góðskuskipan og góðskumannagongdir eftir GMP leiðreglunum (Good Manufacturing Practice)
  • At hava ábyrgd fyri valideringum av analysumetodum
  • At hava ábyrgd fyri innanhýsis skoðanum á Framleiðsluapotekinum
  • At vera við til at góðkenna veitarar
  • At vera við til at fremja haldføriskanningar
  • At skriva og góðkenna SOP’ar og aðrar mannagongdir
  • At skriva/dagføra analysuforskriftir og rapportir
  • At hava eftirlit við og leysgeva rávøru, etikettir og pakkitilfar
  • At viðgera frávik, CAPA (betrandi og fyribyrgjandi atgerðir), Change Control, OOS (Out Of Specification) og kærur
  • At vera við til at fremja váðametingar
  • At vera við til at tryggja, at dagliga arbeiðið verður gjørt í samsvar við galdandi GMP leiðreglur

Tínir førleikar

At tú hevur hollan kunnleika og royndir innan GMP leiðreglurnar og heilivágsframleiðslu er ein fyrimunur. Tað kann eisini vera ein fyrimunir, um tú hevur royndir og førleikar at arbeiða við smærri verkætlanum.

Vit vænta, at tú ert álítandi, ágrýtin og dugnalig/ur. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva og at tú hevur ein semjusøkjandi hugburð, samstundis sum uppgávurnar verða loystar á einum fakliga høgum støði.

Harafturat vænta vit, at tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis og megnar at hava eyguni við fleiri uppgávum samstundis. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ynskir at vera við til, at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum. Vit leggja dent á eina høga góðsku í arbeiðnum og ein góðan trivnað millum starvsfólkini.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt 1 ára tíðaravmarkað starv við setan frá 1. september 2025, ella eftir nærri avtalu. Starvið er ásett at vera fulla tíð og verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensli skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. juli 2025.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Eyðhild Fuglø, deildarleiðara í Góðskudeildini, á tlf. 404080. Tú kanst eisini senda ein teldupost til eydhild@apotek.fo

Les meira um okkum á www.apotek.fo/um-okkum/framleiðsluapotekið

Lýsing er stovnað30. June 2025
Umsóknarfreist13. July 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
100, 15 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki