Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið

Farmaseut til Framleiðsluapotekið

Framleiðsluapotekið sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti við førleikum og áhuga at arbeiða bæði við skamtluting og føroyskum framleiðsluvørum. Tú verður partur av einum fakligum stuðulstoymi á framleiðsludeildini, hvørs endamál er at tryggja, at deildin lýkur galdandi lógarkrøv og faklig tilmæli. Toymið tekur sær av dagligum uppgávum og smáum verkætlanum á Framleiðsluapotekinum.

Talan er um eitt farloyvisstarv, sum er tíðaravmarkað í eitt ár.

Starvið

Tú kemur at starvast hálva tíð við skamtluting og hálva tíð við uppgávum, sum viðvíkja føroysku framleiðsluvørunum. Arbeiðsuppgávur og ábyrgdarøki verður ásett neyvari eftir førleikum og áhugamálum, tó við atlit til hini í toyminum.

Tínar arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:

  • Góðkenna skamtanarforskriftir við serligum atliti til trygdina hjá brúkaranum
  • Í samráð við lækna finna loysnir, tá heilivágur til skamtanarbrúkarar er í troti
  • Vera við til at tryggja skynsama heilivágsnýtslu í skamtan, t.d. við at fremja smáar heilivágsgjøgnumgongdir
  • Tú skalt eisini rokna við at virka sum viðgerðarfarmaseutur í skamtan
  • Gera kliniskar váðametingar fyri føroysku framleiðsluvørurnar
  • Koma við uppskotum til áskrift á føroysku framleiðsluvørurnar, so at etikettirnar eru kliniskt álítandi og í tráð við galdandi lóggavu
  • Samskifta við heilsustarvsfólk og brúkarar

Tínir førleikar

Tú hevur lokið útbúgving sum farmaseutur. Viðkomandi royndir innan t.d. skamtan ella apotek kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.

Vit vænta, at tú ert álítandi, ágrýtin og dámar væl avbjóðingar. Harafturat dugir tú væl at leggja arbeiðið til rættis og megnar at hava eyguni við fleiri uppgávum samstundis. Vit ynskja eisini, at tú dugir væl at samskifta og at orða teg á føroyskum. Vit leggja dent á, at tú ert semjusøkjandi, samstundis sum uppgávurnar verða loystar á einum fakliga høgum støði. Tú ert fyrikomandi og ynskir at vera við til, at arbeiðsplássið mennist og at starvsfólkini trívast.

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum arbeiðsplássi. Vit leggja dent á eina høga góðsku í arbeiðnum og ein góðan trivnað millum starvsfólkini.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt farloyvisstarv, sum er ásett at vera 35 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkið til 31. august 2026. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Pharmadanmark og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensl skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. august 2025. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda

ein teldupost til ejn@apotek.fo.

Les meira um okkum á www.apotek.fo

Lýsing er stovnað13. August 2025
Umsóknarfreist27. August 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
100, 15 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki