Farmakonomur til okkara KT-deild
Søkt verður eftir einum dugnaligum farmakonomi til KT-deildina í Apoteksverkinum. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innanhýsis KT-tænastuni fyri alt Apoteksverkið.
Sum starvsfólk í KT-deildini verður tú við til at tryggja, at apotekini fáa skjóta og rætta vegleiðing, umframt at skipa mannagongdir soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú arbeiðir tænastusinnað og dugir væl at samskifta.
Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við KT-leiðaran, men eru í høvuðsheitum:
- Viðlíkahald av skráum
- Test av skipanum
-
Superbrúkari í apoteksskipanini
-
Brúkarahjálp
Tú hevur farmakonomútbúgving og hevur áhuga fyri KT umframt hegni at arbeiða innan økið. Royndir innan KT-økið kunnu verða ein fyrimunur, men eru ikki ein treyt. Vit skipa fyri at tú fært neyðuga upplæring, um tú ikki hevur royndirnar.
Dentur verður lagdur á hesar førleikar:
- Tær dámar væl at veita góða tænastu
- Tú hevur førleika at raðfesta, samskipa og leggja arbeiðið til rættis
- Tú hevur evni at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
- Ert fleksibul
Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og megnar at arbeiða við fjøltáttaðum uppgávum – samstundis sum tú hevur ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt.
Vit bjóðaTil rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður eru í hásæti.
SetanarviðurskiftiTalan er um fast starv, sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan skjótast gjørligt.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
UmsóknSkrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 29. november 2024.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Richard Schwartson á tlf. 216519 ella senda ein teldupost til richards@apotek.fo