Roðin
Roðin
Roðin

Farloyvisstarv í hugnaliga dagtilhaldinum, Heimistovu, hjá Roðanum

Hevur tú áhugað í at arbeiða við eldri fólki og at gera ein mun í teirra ellisárum? So er tað kanska teg vit mangla í dagtilhaldinum Heimistova í Roðanum.

Í Heimistovu eru heimabúgvandi borgarar í Runavíkar,- Nes – og Sjóvar kommunu, ið hava tørv á at verða ein partur av einum felagsskapi og at fáa ein góðan og innihaldsríkan dag. Vit søkja eftir tær, ið dámar at vera saman við teimum eldru, ert nærverandi og og hevur hug til at skapa hugna og tryggleika.

Heimistova er ein partur av Terapieindini, sum virkar fyri at borgarar í Roðanum kunnu liva og luttaka í samfelagnum og at tey kunnu búgva heima sum longst. Staðsetingin er í Eysturoyar røktar- og ellisheimi í Runavík og 2 starvsfólk eru tilknýtt dagtilhaldinum.

Terapieindin er í løtuni mannað av 3 fysioterapeutum, 2 ergoterapeutum, 1 sjúkrarøktarfrøðingi og einum deildarleiðara, ið er fysioterapeutur. Tænasturnar umfata fysioterapi, ergoterapi og dagtilhald.

SØKT VERÐUR EFTIR:

➢ 1 starvsfólki í starvsbrøki 0,7 svarandi til upplatingartíðirnar: týsdag-fríggjadag kl.9-16.

Talan er um eitt farloyvisstarv til setan sum skjótast og fram til 11.07.2027.

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR:

  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið.
  • Áhuga í at skipa fyri ymiskum virksemi.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna.
  • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum.

VIT KUNNU BJÓÐA:

  • Eitt jaligt, framtakshuga og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:

Verða sambært sáttmálanum millum avvarandi fakfelag og KAF/fíggjarmálaráðið.

UMSÓKN:

Umsókn, við evt. avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo.

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 40 ella eftir nærri avtalu.

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Katrin Petersen, deildarleiðara, á tlf. 793361 ella við telduposti til katrinp@rodin.fo.

Lýsing er stovnað17. september 2026
Umsóknarfreist27. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
1 Friðartún, Runavík 620, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki