

Etika á Høgabóli søkir tænarar til dag- og kvøldvaktir
Hevur tú áhuga fyri góðari tænastu og hug at arbeiða við sushi av hægstu góðsku?
Etika á Høgabóli í Runavík søkir eftir tænarum til dag- og kvøldvaktir.
Arbeiðstíðir:
- Dagvakt: kl. 10:00 - 16:00
- Kvøldvakt: kl. 16:00 - uml. 23:00
Um starvið:
Sum tænari hjá Etika verður tú ein týðandi partur av upplivingini hjá gestunum. Vit leggja stóran dent á dygd, nærveru og eitt høgt tænastustøði.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- At taka ímóti gestum og veita eina persónliga og góða tænastu
- At kunna um og borðreiða okkara sushimatskrá og drekkuvørur
- At samstarva við køkkin fyri at tryggja eina smidliga tænastu
- At taka ábyrgd av reinføri og trivnaði í matstovuni
Vit vænta, at tú:
- Brennir fyri góðari tænastu og sushi
- Ert álítandi, stundislig/ur og trívist við toymisarbeiði
- Dugir væl at arbeiða undir trýsti í einum livandi og ferðmiklum umhvørvi
- Royndir innan tænastu eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav – vit læra teg upp
Umsóknarfreist: 10. juni 2025. Søk við leinkjuni.
Spurningar? Send ein teldupost til ada@etika.fo
Lýsing er stovnað15. May 2025
Umsóknarfreist10. June 2025
Málslig krøv

Kravt

Kravt
Stað
Heiðavegur 35
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki