
Terminal.fo
Síðani 2013 hevur Terminal.fo ment seg til marknaðarleiðara innan gjaldsloysnir í Føroyum. Vit byrjaðu við gjaldsterminalum og innloysingsavtalum, og hava síðani víðkað okkara virksemi til eisini at bjóða loysnir til nethandlar og nýskapandi apploysnir. Høvuðsskrivstovan er við Norðskála, har okkara toymi á 5 starvsfólk hevur høvuðssæti.

Ert tú okkara nýggja sølufólk?
Vilt tú verða ein partur av framtíðini innan gjaldsloysnir?
Terminal.fo leitar eftir einum ágrýtnum søluráðgeva, ið kemur at menna framtíðina innan føroyskar gjaldsloysnir!
Brennur tú fyri sølu, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og dámar at koyra út at vitja kundar, so er hetta tín møguleiki at verða ein partur av okkara spennandi toymi.
Um tú heldur hetta ljóðar áhugavert, men hevur onkrar spurningar afturat, ber altíð til at ringja til Mourits Clementsen, stjóra á 780881.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Søla, kundatænasta
Krøv til útbúgving og førleikar
Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur.
Vit leita eftir einum starvsfelaga sum:
• Finnur og uppsøkir nýggjar kundar.
• Finnur og uppsøkir nýggjar kundar.
• Dugir at leggja fram og lýsa okkara loysnir við atliti til tørvin hjá kundanum.
• Dugir at veita góða tænastu til verandi kundar
• Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað og nær sett sølumál.
Ágóðar við starvinum
• Ein spennandi møguleika at selja nýskapandi gjaldsloysnir.
• Frælsi til at arbeiða sjálvstøðugt og at leggja gerandisdagin tilrættis.
• Egnan bil og tað sum hartil hoyrir
• Upplæring og dagligt tætt samstarv við hini í toyminum.
• Møguleikan at luttaka í menningini av nýggjum gjaldsloysnum.
Lýsing er stovnað29. januar 2024
Umsóknarfreist12. februar 2024
Málslig krøv
FøroysktKravt
DansktKravt
Stað
Norðskáli, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
Arbeiði sjálvstøðugtKoyrikort (B)KundatænastaSeljaratypaVanligir telduførleikarVáðafýsni
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki

