TRYGGINGARFELAGIÐ LÍV
TRYGGINGARFELAGIÐ LÍV
TRYGGINGARFELAGIÐ LÍV

Ert tú innanhýsis grannskoðari okkara?

Arbeiðsstaður: Tórshavn, Føroyar
Umsóknarfreist: 28. mars 2025


Ert tú ein royndur og strategiskt hugsandi grannskoðari við góðum analytiskum evnum?
Brennur tú fyri at tryggja høga góðsku í innanhýsis mannagongdum og stýring?
So er hetta ein serligur møguleiki at gerast partur av einum virknum og ábyrgdarfullum eftirlønar –og lívstryggingarfelag í Føroyum.


Um okkum
LÍV er ein týdningarmikil leikari á føroyska marknaðinum og arbeiðir miðvíst fyri at tryggja okkara
viðskiftafólkum tryggleika og fíggjarligt støðufesti. Vit leggja dent á professionalismu, burðardygd og
gjøgnumskygni í rakstrinum.


Um leiklutin
Sum innanhýsis grannskoðari hevur tú ábyrgdina av at menna og fremja innanhýsis
grannskoðanaruppgávur og at virka sum lyklapersónur fyri innanhýsis audit funkuna.
Tú tryggjar, at LÍV fylgir lóggávu, innanhýsis politikkum og mannagongdum, og tú ert við til at eyðmerkja vandar og menningarmøguleikar.


Ábyrgdarøki

  • At leggja ætlanir fyri og fremja innanhýsis grannskoðanir, herundir eftirmeting av innanhýsis stýring, mannagongdum og skipanum.
  • At skriva grannskoðanarfrágreiðingar og leggja úrslitini fram fyri leiðslu og nevnd.
  • At tryggja, at felagið fylgir lóggávukrøvum og altjóða standardum fyri innanhýsis grannskoðan.
  • At ráðgeva leiðsluni og samstarva við leiðsluna um váðastýring.
  • At hava eftirlit við og gera frágreiðingar um samsvar við viðkomandi lóggávu og reglugerðir fyri pensjónir og fíggjarvirksemi.
  • At vera lyklapersónur fyri audit funku felagsins og gera tað arbeiðið, sum knýtir seg at hesari funku.
  • Samskifta við uttanhýsis grannskoðanina

Førleikar

  • Viðkomandi útbúgving í búskapi, roknskapi ella fíggjarviðurskiftum.
  • Í minsta lagi fimm ára royndir í innanhýsis grannskoðan, revisjón ella váðastýring, helst í fíggjar- ella pensjónsgeiranum er ein avgjørdur fyrimunur.
  • Góðar royndir og innlit í viðkomandi lóggávu.
  • Sterk analytisk evni og førleikar at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Góður førleiki í skrift og talu er ein fyrimunur.


Vit bjóða

  • Ein týðandi leiklut í einum týðandi felagi í Føroyum.
  • Møguleika at ávirka menningina av pensjónskassanum og tryggja høga góðsku í stýringini.
  • Kappingarførar treytir og møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Eitt virkið og professionelt toymi, sum arbeiðir fyri at skapa virði fyri okkara kundar.


Umsókn
Send umsókn og títt lívreinsl til jan.jakobsen@liv.fo í seinasta lagi 28. mars 2025.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jan Jakobsen, stjóra, á 231110 ella jan.jakobsen@liv.fo.

Lýsing er stovnað5. March 2025
Umsóknarfreist28. March 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
110, 1 Kopargøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki