Bú- & Heimatænastan í Suðuroy
Bú- & Heimatænastan í Suðuroy
Bú- & Heimatænastan í Suðuroy

Endurlýsing: Stjóri til Bú- & Heimatænastuna í Suðuroy

Endurlýsing – Við tað at ov fáar umsóknir vóru til starvið, verður søkt av nýggjum

Av tí at stjórin er farin í annað starv, søkja kommunurnar í Suðuroy eftir stjóra at standa á odda fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, sum er tænasta fyri eldru borgarar í Suðuroy.

Starvið

Talan er um eitt avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv, har tú sum stjóri fyri eldraøkið í Suðuroy fært ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Bú- og Heimatænastuni og av stovnum, ið eru hjá kommununum í Suðuroy.

Sum stjóri kemur tú at standa á odda fyri øllum virkseminum bæði úti og inni og hava fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina.

Stjórin hevur ábyrgd av, at seta og loysa fólk úr starvi og eru um 140 starvsfólk á økinum.

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á at skapa ein samanhangandi stovn, motiveraði starvsfólk og nøgdar móttakarar av tænastuni.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fevnir m.a. um 4 eldrabústovnar, sum eru Eldrasambýlið í Hvalba, Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, Sambýlið í Vági og Hamragarður - í alt eru 69 búplássum. Somuleiðis eru útikoyrandi heimahjálpir, heimasjúkrarøktarfrøðingar og eitt toymi av ergo- og fysioterapeutum.

Leiðsluuppgávurnar

  • At samskapa og samskipa tænastur og tilboð innan BHS
  • At skipa og menna eindina
  • At menna og effektivisera arbeiðsgongdir og mannagongdir
  • At tryggja dygd, yrkisførleika, trivnað og eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
  • At arbeiða við førleikamenning
  • At arbeiða sambært málsetninginum fyri stovnin

Útbúgving, førleikar og royndir

Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur:

  • Royndir innan leiðslu og fyrisiting av starvsfólki
  • Royndir innan fíggjarstýring
  • Royndir at skapa trivna og menning millum starvsfólk
  • Tað kann verða fyrimunur, um umsøkjarin hevur vitan ella royndir innan almenna fyrisiting
  • Tað kann verða fyrimunur at hava royndir innan heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan tær tænastur knýttar at eldraøkinum og leiðsluútbúgving
  • Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi og dugir at samskipa og motivera starvsfólk og skapa jaligar arbeiðsumstøður

Løn og setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Stjórin hevur tilvísing til stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. Setanarøkið fevnir um Suðuroynna og tænastustaðurin er í Vági.

Umsókn

Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Att.: Kristin Michelsen, stýrisformaður

Tvørávegur 37

800 Tvøroyri

ella: borgmeist@tvoroyri.fo og skal verða okkum í hendi seinasta lagi fríggjadagin tann 5. apríl kl. 12.00.

Starvið verður sett skjótast til ber. Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Stýrið sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

Ynskjast fleiri upplýsingar um starvið ella um Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, ber til at ringja til Kristin Michelsen, stýrisformann á tlf. 221191 ella Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy á tel. 793503.

Lýsing er stovnað18. March 2024
Umsóknarfreist5. April 2024
Stað
Vágur, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki