

Endurlýsing - Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn
Kundi tú hugsa tær fakliga avbjóðandi starv í góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum?
Nú er fast starv sum løgfrøðingur á Føroya Kærustovni leyst at søkja.
Um okkum
Føroya Kærustovnur er evsti kærumyndugleiki innan fyrisitingina í skattamálum, almannamálum, familjumálum, vinnumálum og fleiri øðrum málum. Føroya Kærustovnur tekur eisini avgerð um skuldarumskipan, tvingsil og barnavernd.
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið á Kærustovninum fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Arbeiðsøkið er breitt, so møguleiki verður at royna seg á ymsum økjum.
Um teg
- Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.
- Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.
- Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
- Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.
Vit bjóða
- Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
- Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagarnir eru dugnaligir.
- Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
- Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
- Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.
- Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til
Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 13. mars 2025. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo
Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.
Setanin er frá 15. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu.
Um stovnin
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum, lestrarstuðulsmálum, lendismálum, vinnumálum, barsilskipanarmálum, psykiatrimálum, arbeiðsloysisskipanarmálum og náttúruverndarmálum. Kærustovnurin tekur eisini avgerð í málum um barnavernd, tvingsil og skuldarumskipan. Á stovninum starvast í løtuni fjúrtan fólk, stjórin, tíggju løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.
Cand. jur.
